Løgtingið skal nú taka støðu til eina áheitan á landsstýrið um at skilja sundur Føroya Tele og FT Net. Tað vil siga, at netparturin skal skiljast frá virkseminum annars hjá Føroya Tele.
Tað er Framsókn, sum fer at leggja fram uppskot á ting um at skilja sundur FT Net og Føroya Tele – Telefonverk Føroya Løgtings.
– Løgtingið heitir á landsstýrið um at taka stig til strukturelt at sundurskilja FT-Net og Telefonverk Føroya Løgtings, til frama fyri kappingina á kunningar- og samskiftismarknaðinum og harvið til frama fyri kundarnar hjá KT- og telefyritøkunum, sum eru fyritøkur, stovnar og einstaklingar í Føroyum.
Soleiðis skrivar Poul Michelsen í uppskotinum, sum hann fer at leggja fyri tingið. Poul Michelsen sigur, at kappingin á kunningar- og samskiftis-økinum (KST - kunningar- og samskiftistøkni) í Føroyum, er nógv tarnað av, at ein av veitarunum av samskiftisloysnum á marknaðinum eigur og hevur fult tamarhald á undirstøðukervinum, sum í dag liggur í jørðini sum kopar- og fipurkaðalar, sum tað er umráðandi fyri allar veitararnar at fáa lætta og bíliga atgongd til.
– Telefonverk Føroya Løgtings (TFL) eigur og stýrir partafelagnum FT-Net, sum eigur einasta undirstøðukervi í landinum, og sum er veitari hjá øllum KT- og telefyritøkum í Føroyum, sum selja samskiftisloysnir, harímillum TFL sjálvt, Vodafone og Elektron. TFL er sostatt í dupultrolluni, sum bæði útbjóðari av nettænastum og sum kundi hjá sær sjálvum, sigur Poul Michelsen.
Hann sigur, at greið dømi eru um, at TFL hevur fyrimun av serstøðuni í mun til FT-Net, og orsakað av hesum bæði vinnur kundar, sum annars høvdu farið til ein av kappingarneytunum, og fellur fyri freistingini og eydnast við at steðga ella tarna ætlanir hjá kappingarneytunum.
– Eisini er tænastuúrvalið hjá FT-Net serliga tillagað tørvin hjá TFL og er ikki í trá við ynskini hjá hinum veitarunum. Um landsstýrið einaferð ætlar at einskilja TFL, eru flestu serfrøðingar samdir um, at landið ikki skal selja FT-Net eisini, men varðveita tað sum eitt alment felag. Skilvísi í hesum er, at eitt privat monopol er munandi verri fyri kappingina enn eitt alment monopol, sigur Poul Michelsen.
Hann heldur, at við heilt at sundurskilja TFL og FT-Net er sostatt eisini klárt at einskilja TFL, um og tá tað skuldi verðið aktuelt. Við hugtakið strukturel sundurskiljing verður sipað til fulla og heila sundurskiljing av feløgunum, bæði tá viðvíkur búskapi, leiðslu og eigaraskapi. Tað er í hesum sambandi týdningarmikið at feløgini ikki húsast undir somu lon og hava sundurskildar fyrisitingarligar skipanir, sigur Poul Michelsen.