SOLEIÐIS er tónlagið tíverri vorðið. Hetta kann ikki halda fram soleiðis. Hetta er óverdugt fyri tvey menta fólk, iðhava samstarvað í so langa tíð.
RÍKISFELAGSSKAPURIN sum vit kenna hann í dag byggir á samstarv, har arbeiðsbýtið er sambært heimastýrislógina. Lógin er leyst orðað og virkar bert, um álit er ríkispartarnar ímillum, har føroyska landsstýrið og danska ríkisstjórnin í felag taka ábyrgd av gongdini.
ÁLITIÐ er nú fokið! Orsøkirnar eru fleiri. Í høvuðsheitinum kann sigast, at føroyingar ikki funnu trygt nýtt lívsgrundarlag, tá ið fjarfiskiskapurin bleiv skerdur síðst í 70-unum. Sambands-fólkafloks landsstýrið satsaði uppá farmaflota fyrst í 80-unum. Hetta miseydnaðist púra. Javnaðar-tjóðveldislandsstýrið satsaði uppá rækju- og svartkjaftaflota. Hetta eydnaðist partvís við rækjuflotanum, men als ikki við svartkjaftinum. Samstundis kom frælsi kapitalmarknaðurin, og danska Schlüterstjórnin røkti ikki sínar skyldur sambært heimastýrislógini, tá hugsað verður um eftirlit við peningaverðini.
ÚRSLITIÐ kenna vit. Kreppuloysnirnar hava afturlítandi verið sømuligar fyri donsku stjórnirnar. Vit hava fingið u-lands loysnir, ógvuliga væl frágreiddar í bók skrivað av fíggjarfrøðinginum Ozay Mehmet í bókini »Westernizing the Third World«. Har verður skrivað um Eurocentrið, at tað er ein europcentrerað verðinsuppfatan, har loysnir fyri 3. lond skulu verða til fyrimuns fyri europearan, men uppá bekostning hjá 3. londum!
SOLEIÐIS hava danir loyst føroysku kreppuna. Fyrst bankaskuldina umvegis Fíggingargrunnin, yvir í landskassan og nú meginpartin av kreditforeiningslánunum umvegis Framtaksgrunnin sama veg.
HETTA eru óverdugar loysnir ímillum tveir partar, ið eru á líka fóti mentunarliga innan norðurlendskt samstarv. Helst er hetta í tráð við E. U. hugsunnarháttin, ið er valdandi í Keypmannahavn. Teir, ið skrivaðu heimastýrislógina og teirra andi við, eru burtur. Neyðugt er tí við einum nýggjum sáttmála við hetta nýggja hugsjónarfólkið í Keypmannahavn.
SO merkiligt tað ljóðar, so er full semja í Føroyum um, at so má verða. Trý uppskot eru á borðinum. Fyri tað fyrsta er »loysing her og nú« frá tjóðveldisflokkinum. Tað hevur ongan meiriluta. Fyri tað næsta so er tað sambandsuppskotið um E.U.-limaskap. Tað hevur ongan meiriluta. Eftir er so uppskot javnaðarfloksins um eina greiða juridiska avtalu, ið tekur hædd fyri nútíð og framtíð. Hetta er uttan iva tað, ið ein meirluti av føroyska fólkinum vil.
HETTA átti ikki minst at havt danskan áhuga, tí í dag er støðan so sjúklig, at sjálvt ríkistrúgvir føroyingar síggja hin grábeinta í øllum, sum tosa danskt mál, fyri ikki at tosa um fyritøkur, ið bera danskt skjaldrarmerki. Hetta eru ótolandi, óverdugar og óliviligar umstøður at virka undir hjá teimum ráðandi, ið hóast alt í felag hava ábyrgd av hesum samfelagnum.