Føroyar eru favorittar móti Italia

Í annaðkvøld spælir føroyska U20-manslandsliðið hálvfinalu móti Italia í niðara endaspælinum

Mynd: Harald Bjørgvin

Mynd: Harald Bjørgvin

Í annaðkvøld klokkan 19.30 spælir føroyska U20-manslandsliðið í hondbólti ein sera týðandi dyst í EM-endaspælinum, ið er í Portugal.

 

Føroyar spæla hálvfinalu móti Italia í niðara endaspælinum. Vinnarin av dystinum sleppur at spæla um 9. og 10. plássið.

 

Stóra lønin Føroyar og Italia kappast um er tó eitt atgongumerkið til U21-HM endaspælið í Grikkalandi og Týsklandi komandi summar.

 

Gongdin hjá Føroyum og Italia higartil í kappingini talar fyri, at tað verður ein javnur og tættur dystur, men kortini hava 11 altjóða veddingarfyritøkur Føroyar sum favoritt.

 

Oddsini uppá føroyskan sigur liggja millum 1,35 og 1,53. Oddsini uppá italskan sigur liggja millum 2,85 og 3,80. 

 

Dysturin sæst á kvf.fo.

 

Her eru oddsini uppá dystin: 

 

##med2##

 

Mynd: Harald Bjørgvin

Mynd: Harald Bjørgvin