Føroyar eru ikki partur av donsku 10 ára verjuavtaluni við USA

Alt innihaldið í avtaluni millum USA og Danmark er ikki kunngjørt. Men her er tað, sum vit higartil vita um avtaluna.

 

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, á tíðíndafundi um verjusamstarvið við USA. - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix

Um undirtøka er fyri tí í Fólkatinginum, er danska stjórnin til reiðar at gera eina avtalu um verjusamstarv við USA. 

Tað ið vit vita um avtaluna og tilgongdina higartil:

* Avtalan hevur verið ávegis síðani februar í 2022, tá samráðingarnar byrjaðu. Síðani hava verið fimm samráðingarumfør.

* Við avtaluni skal verjusamstarvið »styrkjast« millum Danmark og USA. Tað hevur við sær tættari samstarv.

* Tí avtalan gevur USA møguleikan fyri at hava hermenn og hernaðarútgerð á danskari jørð. Tað er eitt nýbrot, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú.

* Hon kann tó ikki siga, hvussu nógvar hermenn tað fer at snúgva seg um. Tað kann broytast loypandi, verður sagt.

* Hermenn kunnu bara hava støð á teimum trimum flogstøðunum í Karup, Skrydstrup og Aalborg.

* Eisini er grundarlag fyri samstarvsverkætlanum, sum kunnu hava »amerikanska fígging av hernaðarundirstøðukervi í Danmark«, og tað kann møguliga skapa arbeiðspláss á staðnum í Danmark.

* USA sleppur ikki at hava kjarnorkuvápn á danskari jørð. Tí avtalan broytir ikki danska kjarnorkupolitikkin, har kjarnokruvápn ikki kunnu góðtakast í donskum øki í friðartíð.

* Virksemi sambært avtaluni skal vera »við respekt fyri donskum yvirvaldsrætti, danskari lóggávu og fólkarættarligu skyldunum hjá Danmark«.

* Fremja amerikanskir hermenn lógarbrot í Danmark, er tað sum útgangsstøði USA, sum skal rættarfylgja teimum.

* Avatalan fevnir ikki um Føroyar og Danmark.

* Avtalan í fullum líki verður helst almannakunngjørd seinni í vikuni, tá Lars Løkke Rasmusen, uttanríkisráðharri í Danmark, hevur skrivað undir hana.

Kelda: Verjumálaráðið.

/ritzau/

 

 

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, á tíðíndafundi um verjusamstarvið við USA. - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix