Føroyar fingið nýggja vísindasiðsemislóg

Í summar er nýggj lóg um vísindasiðsemiliga viðgerð av heilsuvísindaligum granskingarverkætlanum sett í gildi við kongaligari fyriskipan. Nýggja fyriskipanin avloysir kongaligu fyriskipan nr.  862 frá 30. november 1999.

 

Hesum boðar Granskingarráði frá umvegis heimasíðu sína.

 


Fólkatingið samtykti 1. juni 2011 lóg um vísindasiðsemiliga viðgerð av heilsuvísindaligum granskingarverkætlanum. Føroyskir myndugleikar heittu á danskar myndugleikar um at seta lógina í gildi fyri Føroyar við teimum broytingum, sum vóru neyðugar í mun til føroysk viðurskifti.

 

Uppskotið varð sent til hoyringar í Føroyum í januar 2013 og varð lagt fyri Løgtingið til viðgerðar 6. mars. 2013.  Tað varð endaliga samtykt í Løgtinginum 6. mai 2013.

 


Vísindasiðseminevndin er nevnd undir Heilsumálaráðnum. Verandi nevnd situr til nýggj nevnd er vald av landstýrismanninum. Hetta arbeiðið er í gongd.

 


Tað er gransking.fo, sum hýsir heimasíðuni hjá Vísindasiðseminevndini.