Føroyar hava heimsmet í at ala laks

– Í Føroyum hava tey funnið út av, hvussu tey skulu fáa laksin at veksa seg stóran og at selja hann til besta prísin. Eg eri prúsa vísur í , at úrslitið í Føroyum hesaferð er heimsmet. Í øllum førum minnist eg ikki at hava sæð betri ebit per kg.

 

Tað segði Alf-Helge Aarskot, konsernstjóri í norska alireisanum Marine Harvest, við fiskivinnumiðilin Intrafish nú um dagarnar.

 

Norska Marine Harvest eigur føroyska felagið Marine Harvest Faroes. Og júst føroyska deildin hjá norska felagnum hevur so avbera góð úrslit at vísa á, at tey í Norra hava ikki sæð makan.

 

Tað er í kjalarvørrinum av, at heimsins størsta alifelag hevur lagt úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing fram, at Intrafish hevur skrivað um málið.

 

Vinkulin hjá Intrafish er, at »Útlandið gav bestu úrslitini hjá Marine Harvest«.

 

– Skotland, Chile og Canada geva góðar inntøkur til Marine Harvest, meðan Føroyar aftu eru ovast í innanhýsiskappingini hjá Marine Harvest um at tjena mest per kilo, skrivar Intrafish.

 

Methøgir laksaprísir hava gibið methøgt rakstrarúrslit í fyrsta ársfjórðingi.

 

– Tað er serliga gleðiligt, at Marine Harvest Scotland og Marine Harvst Canada geva góð úrslit, segði Alf-Helge Aarskot, tá hann mikudagin legði fram roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing.

 

Føroyska dóttirfelagið hjá Marine Harvest hevur í fleiri ár verið best í felagnum. Og hesaferð var einki undatak, sjálvt um nøgdirnar eru smáar.

 

– Í Føroyum hava tey funnið út av, hvussu tey skulu fáa laksin at veksa seg stóran, og at selja hann til besta prísin. Eg eri prúsa vísur í , at úrslitið í Føroyum hesaferð er heimsmet, í øllum førum minnist eg ikki at hava sæð betri ebit per kg, segði Alf-Helge Aarskot.

 

Marine Harvest Faroes hevði í fyrsta ársfjórðingi eina margin upp á 4,51 evru. Tað svarar til 43 norskar krónur fyri kilo í yvirskoti. Í Skotlandi var marginan 3,12 evrur per kil, og í Kanada 3,42 evrur, meðan hon í Noreg er 2,52 euro per kg. Marginan í Kili darlar enn afturút, og var 1,87 evrur per kg.

 

Marine Harvest Faroes hevur sítt høvuðsvirksemi á Oyndarfirði. Stjóri í føroyska felagnum er Hans Jákup Mikkelsen úr Gøtu, sum býr í Havn.