Føroyar høvdu 4,7 milliardir krónur í nettoogn uttanlands í 2024

Ogn og skuld uttanlands eru gjørd upp til og við 2024. Ognir uttanlands er vaksnar við 2,8 milliardum krónum og skuldin er vaksin við 3,3 milliardum krónum.

Hagstova.fo:

 

Nettoogn føroyinga uttanlands minkaði við 465 milliónum krónum í 2024. Ognir føroyinga uttanlands vuksu við 2,8 milliardum krónum úr 44,5 milliardum krónum upp í 47,4 milliardir krónur. Tað almenna eigur størsta partin av hesum vøkstri. Uttanlandaskuldin vaks við 3,3 milliardum krónum úr 39,4 milliardum krónum upp í 42,7 milliardir krónur. Hetta komst serliga av, at ikki-fíggjarlig feløg øktu um sína skuld við stívliga 2,5 milliardum krónum. 

 

Allir geirar, uttan ikki-fíggjarlig feløg, hava økt um nettoogn teirra. Fíggjar- og tryggingarfyritøkurnar hava økt um nettoognina við eini góðari milliard krónum, tí ognin er vaksin, og skuldin er minkað. Ikki-fíggjarlig feløg hava seinastu árini havt eina nettoskuld til útlandið á umleið 15 milliardir krónur í miðal. Tó nakað hægri í 2022, tí fyritøkurnar tóku nøkur stór lán hetta árið. Skuldin er tó minkað nógv aftur í 2023 og 2024.

 

Tað almenna hevur vaksið um sínar ognir uttanlands við góðum 1,7 milliardum krónum. Uttanlandsskuldin er vaksin við 911 milliónum krónum, sostatt er nettoognin vaksin 876 milliónir krónur.  

 

Meira enn helvtin av ogn føroyinga uttanlands er í virðisbrøvum. Frá 2023 til 2024 síggja vit at serliga fíggjar- og tryggingarfeløg hava skift frá íløgum í lánsbrøv til at gera íløgur í partabrøv og íløguprógv.

 

Umleið helvtin av uttanlandsskuldini stavar frá íløgum hjá útlendingum í føroysk partabrøv. Henda skuldin er vaksin nógv øll árini fram til 2022. Tó skal sigast, at vøksturin í høvuðsheitum stavar frá virðisbroytingum og ikki fleiri útlendskum íløgum í Føroyum. Virðið á partabrøvunum minkaði við nærum fýra milliardum krónum frá 2022 til 2023, men er vaksin aftur við 2,3 milliardum krónum í 2024. Lániskuldin vaks upp í 7,4 milliardir krónur eftir fíggjarkreppuna. Skuldin lækkaði frá 2010 fram 2018. Ein lítil vøkstur var í skuldini frá 2018 fram til 2021, men seinastu trý árini hevur lániskuldin ligið um 9 milliardir krónur. 

 

 

Ogn og skuld uttanlands

 

Uppgerð av ogn og skuld lýsir, hvat føroyingar eiga og skylda uttanlands. Nettoognin er munurin ímillum ogn og skuld. Er nettoognin positiv, merkir hetta, at tað er umheimurin, ið hevur skuld til Føroya. Uppgerðin lýsir fíggjarstøðuna hjá Føroyum í mun til umheimin við ársenda á hvørjum ári. Uppgerðin er býtt á geirar og fíggjarslag. Geirarnir eru ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, almenn fyrisiting og tænasta og húsarhald. Tey fíggjarsløgini, ið tilsamans mynda uppgerðina av ogn og skuld, eru millum annað beinleiðis íløgur, partabrøv, lánsbrøv, innlán og útlán. Um ein persónur, stovnur ella fyritøka eigur meira enn 10% í eini fyritøku verður hetta kallað ein beinleiðis íløga.

 

 

Lesið meira og síggj grafar við at trýsta her