Føroyar skal leika móti Malaga

Føroyar skal á venjingarleguni leika venjingardyst móti liðið úr bestu sponsku deildini.

Tað eydnaðist ikki FSF at finna nakra landsliðs mótstøðu til tann seinna dystin hjá Føroyum á venjingarleguni, ið verður um eina viku.

 

Ístaðin skal Føroyar leika móti besta liðnum hjá Malaga tann 5 marts.

 

Malaga leikti í fjør við í Champions League kappingini, har liðið kom í fjórðingsfinaluna. Malaga reyk út fyri Dortmund, ið seinni spældi Champions League finalu.

Tí er tað ikki hissini mótstøða, ið føroyska landsliðið skal leika yvirfyri.

 

Malaga misti í summar fleiri av berandi kreftunum frá liðnum í fjør. Nevnast kann millum annað Isco, ið nú spælir fyri Real Madrid. Umframt at venjari hjá liðnum í fjør var núverandi Manchester City venjarin, Manuel Pellegrini.

 

Allíkavæl eru fleiri kendir leikarar enn á liðnum hjá Malaga. Millum annað kunnu nevnast Roque Santa Cruz og Eliseu.

 

Malaga liggur í løtuni á 17 plássið í bestu sponsku deildini.