Tað er ikki sørt óvæntað, at føroyski landsliðsvenjarin Hákan Ericson hevur gjørt av at skifta málverja sammett við dystin mikukvøldið ímóti Ísrael.
Mikukvøldið varð Gunnar Nielsen roknaður at vera kanska tann besti av føroysku spælarunum. Í kvøld er Gunnar Nielsen á beinkinum. Venjarin hevur gjørt av, at Teitur Matras Gestsson skal verja føroyska málið í kvøld.
Umframt málverjan eru tveir aðrir spælarar skiftir út sammett við mikukvøldið. Út á beinkin eru settir Jákup B. Andreasen og Klæmint A. Olsen. Avloysararnir eru Hallur Hansson og Jóan Símun Emundsson.
Føroyska liðið sær soleiðis út: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, René S. Joensen – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Gunnar Nattestad, Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard E. Olsen – Jóan Símun Edmundsson