Í kvøld hittust Føroyar og Estlandi fyri fyrstu ferð í U-21 landsdysti í fótbólti. Tað var í nýggjari EM undankapping, og hetta var fyrsta ferðin, at Ólavur Mikkelsen hevði ábyrgdina av U-21 landsliðnum.
Talan er um heilt nýtt føroyskt lið, tí bara tveir av spælarunum hava áður roynt seg á U-21 landsliðnum.
Føroyska U-21 landsliðið stóð royndina og vann fulla úrtøku, hóast tað í fyrra hálvleiki haltaði, og hóast tað fimm minuttir eftir steðgin var sum vátur vøttur í andlitið, tá ið mistak í uppspælinum aftarlaga í høgru endaði við innleggið og 1-0 leiðslu til Estland. Málskjútti var Rommi Siht, sum var leysur við handara stólpa.
Inntil tá var føroyska avrikið ikki sannførandi. Stóran part av fyrra hálvleiki vóru gestirnir leikliga omaná, og tað mesta gekk fyri seg á føroysku hálvuni. Føroyska álopsspælið saknaði neyvleika, hugflog og dynamikk, og tað var rár hending, at Føroyar vóru í góðari álopsstøðu.
Verjuspælið var á heilt góðari leið, men málið ímóti vísti, hvussu vandamiki tað er í altjóða fótbólti at gera mistøk.
Jóhan Josephsen er uppvaksin á vøllinum í Klaksvík. Nú var hann fremsti álopsspælari á U-21 landsliðnum, og á liðnum saman við honum var eitt nú miðverjin Jákup N. Vilhelmsen, sum eisini umboðar B68. Jóhan Josephsen javnaði til 1-1, tá ið tað restaðu 18 minuttir. Hann er altíð ágangandi, og soleiðis var hann eisini í kvøld, tá ið hann vann løn fyri stríðið.
Nýggi venjarin Ólavur Mikkelsen tevjaði møguleikan fyri at vinna fulla úrtøku. 18 ára gamli Aron Benjaminsen, sum umboðar Kristiansund BK í Norra, varð skiftur inn, og tað var hann, sum eftir fínar sneiðingar og snaringar í høgru vann brotssparkið, ið var avgerandi.
Klokkan var farin fleiri minuttir útum vanligu leiktíðina, tá ið liðformaðurin Áki D. Samuelsen við brotssparki skoraði 2-1 sigursmálið.
So bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð, og Ólavur Mikkelsen og hansara menn, sum hava lítlar og ongar royndir í hesum geyminum, vunnu í fyrsta dystinum trý stig.
Føroyar – Estland 2-1 (0-0)
U-21 EM undankappingardystur
Leygardagin 7. juni 2025 kl. 18.00 í Klaksvík
0-1: Rommi Siht 51.
1-1: Jóhan Josephsen 73.
2-1: Áki D. Samuelsen br 93.+
Dómarabólkur úr Turkalandi: Mehmet Türkmen, Bersan Duran, Goktug Hazar Erel og Çagdas Altay (4. dómari)
Føroyar: Hans Jákup Arngrímsson – Bjarti Thorleifsson (Aron Benjaminsen, 75.), Jákup N. Vilhelmsen, Ingi Arngrímsson, Virgar Jónsson – Dávid B. Andreasen, Mattias Hellisdal, Árni Nóa Atlason – Áki D. Samuelsen, Jóhan Josephsen, Hanus Højgaard
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rasmus Olsen, Jónas Prior, Bartal Páll Klein, Silas Gaard, Jón í Horni Nielsen, Jógvan Kárason Gullfoss, Aron Reinert Hansen, Marjus Nón
Gult kort: Mattias Hellisdal,
Venjari: Ólavur Mikkelsen
Hjálparvenjari: Poul N. Poulsen