Fer Danmark at boykotta Føroyar saman við ES, dugi eg ikki at síggja, at vit hava nakað at gera í ríkisfelagsskapi við Danmark.
Tað segði Jákup Mikkelsen, framsøgumaður Fólkafloksins, nú Løgtingið umrøður frásøgnina, løgmaður legði fyri Løgtingið á ólavsøku.
- Brýtur Danmark avtaluna í heimastýrislógina og fer í parti við ES, og setir tiltøk ímóti Føroyum, sum kanska er við til at knúsa okkara búskap, dugi eg ikki at síggja, at vit kunnu halda fram í ríkisfelagsskapinum.
Annars helt hann eisini, at nú er stundin komin at vit umhugsa at finna okkum aðrar samstarvsfelagar enn Danmark og ES.
Hann hugsar um at vit ístaðin skipa okkum í eitt politiskt samstarv við Grønland, Ísland, Noreg og kanska eisini Russland.
Hann heldur, at hetta hevði verið eitt ómetaliga sterkt samstarv, sum situr á einum veldugum havøki, heilt úr Barentshavi yvir í Grønlandshav.
Men hann hugsar ikki bara um samstarv um fiskivinnuna, men eisini um oljuvinnuna.
Hann heldur, at tað hevði gjørt okkum før fyri at bjóða ES av.
Jákup Mikkelsen heitir beinleiðis á Løgmann at taka spurningin upp í samgonguni.