Føroyar skulu IKKI slíta samstarvið við Russland

Tað, sum fer fram nú, líkist hykli, sigur løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

– Vit skulu ikki slíta fiskivinnusamstarvið við Russland, hóast Russland hevur gjørt innrás í Ukraina. Tað heldur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Løgtingið viðger eitt uppskot um at geva landsstýrinum heimild til at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi. Men Jacob Vestergaard vísir á, at hava havt eitt gott samstarv við russarar í nógv ár og tað eiga vit at halda fram við, hóast kríggið í Ukraina.

 

Tað eru fleiri, sum hava talað fyri, at vit skulu nokta russiskum skipum at koma í havn í Føroyum, men Jacob Vestergaard sigur, at tað ein beinleiðis partur av teimum fiskivinnuavtalum vit hava við Russland. Og hann leggur dent á, at vit eiga at halda tær avtalur, vit hava gjørt.

 

Jacob Vestergaard heldur, at tað, sum fer fram í øðrum londum, minnir um hykl. Tey seta tiltøk í verk, men tey ansa sera væl eftir, at tey ikki raka sín egna búskap. Hann vísir eisini á, at ES keypur gass fyri milliardir úr Russlandi – um dagin, og tað eru inntøkur, Putin brúkar at kríggjast fyri.

 

– ES londini tosa við stórum orðum, men vísa tað ikki í verki sigur Jacob Vestergaard. Hann minnir eisini á, at tað, vit útflyta til Russlands, er matur, og gevast vit við tí, verður tað tann vanligi russarin, sum svíður fyri tað og ikki yvirvølddin. 

 

Skulu vit hugsa um moral og etikk, hví handla vit so við Kina, sum ger seg inn á mannarættindini hvønn einasta dag. Hví settu vit ikki tiltøk ímóti USA, tá er lopið á lond og í Afghanistan er hungur og hall, spurdi hann. Hann legði kortini dent á, at hann fordømir russisku innrásini í Ukraina, tí har er Russland farið um alt mark og tað kann ikki forsvarast.