Føroyar spæla landsdyst í Budapest

Tað ber til at stroyma U-21 landsdystin, sum verður um eina løtu

Klokkan 14.15 verður fyrsta bríksl á Új Hidegkuti Nándor Stadion í Budapest. Har fer føroyska U-21 landsliðið í fótbólti at spæla vinadyst ímóti Ungarn. Talan er um fyrireiking til stóru uppgávuna, sum tað verður, tá ið Føroyar mánadagin fara at spæla á útivølli ímóti Fraklandi. Tá ið fronsku heimsstjørnurnar vóru í Føroyum fyri einum mánað síðani, fór Frakland úr Klaksvík við 6-0 sigri.

 

Áki D. Samuelsen, sum plagar at vera liðformaður, er í dag á beinkinum frá fyrsta bríksli. Tí er Jákup N. Vilhelmsen liðformaður.

 

Dysturin er merkisverdur á tann hátt, at hetta er fyrsta ferðir yvirhøvur, at føroyska U-21 landsliðið spælir vinadyst á útivølli. Einasta ferðin U-21 landsliðið áður hevur spælt vinadyst, var 6. august í 1992, tá ið Ísrael í Gundadali vann 6-2.

 

Ólavur Mikkelsen U-21 landsliðsvenjari hevur sett liðið soleiðis í Budapest í dag:

 

Hans Jákup Arngrímsson - Hanus Højgaard, Jónas Prior, Ingi Arngrímsson, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Virgar Jónsson – Dávid Biskopstø Andreasen, Jógvan Glerfoss, Árni Nóa Atlason, Djóni Samuelsen - Thomas Bjørn Miezan

 

Á beinkinum: Rasmus Olsen, Bjarti Thorleifsson, Mattias Hellisdal, Heini Fossdalsá Sørensen, Áki D. Samuelsen, Marjus Nón, Aron Reinert Hansen, Ejvind Restorff Mouritsen, Markus Isaksen

 

 

 

Stroyming

 

https://m4sport.hu/.../magyarorszag-feroer-labdarugas.../