Føroyar taptu eftir soltnan seinna hálvleik

Fyrri hálvleikur hjá U-21 landsliðnum var málleysur í Budapest

Hans Jákup Arngrímsson vardi í dag føroyska málið fyrsta tíman

Fyri fyrstu ferð yvirhøvur spældu føroysku U-21 menninir í dag vinadyst í fótbólti á útivølli.

 

Tað var í Budapest, har heimaliðið vann 3-0. Øll málini vórðu skorað í seinna hálvleiki. Tað fyrsta tríggjar minuttir eftir steðgin varð stútað upp í málkrókin eftir innlegg úr vinstru. Eftir 68 minuttir økti Ungarn um munin til 2-0. Tað var langskoti úr 23 metrum og eitt sindur úr høgru. Bólturin fór umvegis handara stólpan í málið.

 

Lítla løtu undan leikloki varð 3-0 sigurin staðfestur. Tað var eisini við langskoti. Úr 21 metrum og eitt sindur úr høgru streyk bólturin flatt í handaru síðu av málinum.

 

Allir teir føroysku spælararnir fingu høvi at royna seg uttan Áki D. Samuelsen, sum plagar at vera liðformaður. Jákup N. Vilhelmsen var liðformaður í fyrra hálvleiki. Hann og Ingi Arngrímsson vóru ikki í verjuni í seinna hálvleiki. Tá var Heini F. Sørensen, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, liðformaður.

 

Í fyrra hálvleiki var verjuspælari heilt væl skipað. Ungarn hevði fleiri góðar støður, men ikki so nógvar upplagdar málmøguleikar. Hans Jákup Arngrímsson í føroyska málinum bjargaði tvær ferðir.

 

Tað vóru heldur ikki so nógvir upplagdir málmøguleikar frammanfyri føroyska málið í seinna hálvleiki, men tað fóru trý mál ígjøgnum. Ivaleyst iðra føroyingarnir seg um, at tað ikki eyndaðist at verja betri fyri, tá ið mótstøðumenninir royndu seg við langskotum og tað endaði við málum.

 

Føroyska liðið spældi seg til ein heilt góðan málmøguleika. Tað var í seinna hálvleiki, tá ið Djóni Samuelsen rann seg leysan og eitt sindur úr høgru spældi í hitt borðið til innskifta Markus Isaksen. Hann royndi seg við innarusíðu skoti í handaru síðu av málinum, men hann rakti heilt skeivt, og bólturin fór væl omanfyri og við síðuna av málinum.

 

Mánadagin fara Føroyar at spæla EM undankappingardyst í Fraklandi.

 

 

 

Ungarn – Føroyar 3-0 (0-0)

 

U-21 vinadystur í Budapest

 

Føroyar: Hans Jákup Arngrímsson - Hanus Højgaard, Jónas Prior, Ingi Arngrímsson, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Virgar Jónsson – Jógvan Glerfoss, Dávid Biskopstø Andreasen, Árni Nóa Atlason, Djóni Samuelsen - Thomas Bjørn Miezan

 

Innskiftir í seinna hálvleiki: Rasmus Olsen, Bjarti Thorleifsson, Mattias Hellisdal, Heini Fossdalsá Sørensen, Marjus Nón, Aron Reinert Hansen, Ejvind Restorff Mouritsen, Markus Isaksen

 

Á beinkinum uttan at verða skiftur inn: Áki D. Samuelsen

 

Venjari: Ólavur Mikkelsen

 

Hans Jákup Arngrímsson vardi í dag føroyska málið fyrsta tíman