Føroyar úti av liðkappingini

OYL 15: Hóast eina dreymabyrjan, so er Føroyar úti av liðkappingini í tennis

 

Føroyar hevur í dag spælt dyst í kappingini fyri liðkapping í tennis móti Bermuda. 

Føroyar fekk eina dreymabyrjan í morgun, tá Nicholas Petersson heldur óvæntað vann móti einum av favorittunum í kappingini, Gavin Smith úr Bermuda.

 

Les eisini: Petersson vann fyrsta dystin

 

Spælt var í tveimum dystum í single, og síðani einum í double. Tann seinna dystin í single spældi Pætur M. Dahl ímóti David Thomas frá Bermuda. Pætur tapti fyrsta settið 1-6, meðan hann tapti seinna settið 4-6.

 

Síðani spældu Pætur M. Dahl og Nicholas Petersson seinasta dystin í double, sum teir taptu við settunum 3-6 og 3-6.

 

Føroyar er tí úti úr liðkappingini í tennis.