Føroyingaliðið Ajax vann greiðan heimasigur

Súna K. Hansen og Lív S. Poulsen vóru millum málskjúttarnar hjá Ajax í kvøld

Mynd: Andreas F. Hansen

Súna K. Hansen skoraði eitt mál uppá tvær málroyndir, og legði upp til trý mál, og Lív S. Poulsen skoraði eitt mál uppá eina málroynd, tá Ajax á heimavølli í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini vann greiðan 28-22 sigur á Skanderborg.

 

Í steðginum var Ajax á odda 14-9. Stóri leikarin hjá Ajax var Anna Grundtvig, ið gjørdist toppskjútti við 10 málum. 

 

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum var ikki partur av hópinum hjá Ajax hesaferð. 

 

Ajax hevur fýra stig aftaná fýra teir fyrstu dystirnar í kappingini higartil.

 

Komandi dystur hjá Ajax verður á útivølli móti Ringkøbing. Dysturin verður leiktur leygardagin 24. september. 

 

 

 

Mynd: Andreas F. Hansen