Føroyingaliðið í Noregi hevur enn fyrsta stigið til góðar

Liðið hjá Paula Høj og Ova Lützen tapti á útivølli

Liðið hjá Paula Høj og Ova Lützen, Bergsøy, ið er uppflytari hevur enn fyrsta sigurin til góðar í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Í Sparebanken Arena í Nærbø tapti Bergsøy 25-30 fyri heimaliðnum frammanfyri 1.042 áskoðarum. 

 

Í fyrra hálvleiki gekk væl hjá Bergsøy, og í steðginum var støðan javnleikur 13-13. 

 

Pauli skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir, og Ovi skoraði tvey mál upp á tvær málroyndir, so føroysku leikararnir gjørdu sítt. 

 

Sunnudagin 20. september spælir Bergsøy dyst á útivølli í Bergen móti Viking TIF.