Føroyingar á summarstevnu í Utøya

- Tí man hevur leguna. At vísa, at saman eru vit sterk. At vit, óansæð hvat, ikki eru bangin, sigur Oda Strøm.

Navnið Utøya hevur fingið syrgiliga plássið í minnunum hjá fólkum sum staðið fyri størstu yvirgangsatsóknina og hópdrápið í norðurlendskari søgu.


Tað var har, at norðmaðurin Anders Behring Breivik í yvir ein tíma gekk um, skeyt og drap 69 persónar. 66 persónar fingið løstir í álopinum.


Álopið skakaði tí norsku tjóðina og vesturheimin. Ikki bara var Norra rakt av einum yvirgangsálopi, men var tað ein av teirra egnu, ið stóð fyri tí.


Málið fyri álopið á Utøya var ungmannafelagið hjá norska Arbeiðaraflokkinum, ið helt sínar árligu summarlegur á oynni. Síðstu árini hevur ungmannafelagið valt at hildið legurnar aðrastaðni í landinum, meðan oyggin hevur verið stongd fyri at umvælingar, dagføringar og øðrum.


Avgjørt er tó, at yvirgangsatsóknin ikki skal kúga tí virksemi, ið einaferð var á oynni. Sostatt verður skipað fyri summarlegu í august, góð fýra ár aftaná, at sorgarleikurin rakti oynna.


Til hesa fyrstu summarleguna eru øll sosialistisk ungmannafelag í norðurlendska samstarvinum bjóðaði. Tað umfatar eisini føroyska ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, Sosialistisk Ung.


Tað er ein innbjóðing, ið Sosialistisk Ung hevur takkað ja til, og verða tískil tvey av teirra umboðum til staðar, tá summarlegurnar byrja aftur á Utøya 7. august.


- Tá vit fyrst fingu innbjóðingina, so var eg nokk so nervøs. Men man veit, at trygdin er í topp, tí ungdómar koma úr allari verðini.


Tað sigur Oda Strøm, forkvinna í SU, ið saman við Vølundur Lognberg, fer til Utøya í august.


Ein hending í síðstu viku, sannførdi Odu um, at tað var neyðugt at fara til Utøya.


- Yvirgangsálopið í Turkalandi í síðstu viku, har ungdómar úr einum sosialistiskum ungmannafelag enn einaferð vóru málið, broytti mína hugsan. Tá varð eg sannførd um, at tað er júst nú, at man skal berjast. At man ikki kann lova sær at vera ræddur.


Evnið fyri fyrstu leguna á Utøya verður Altjóða solidaritetur, og tað er eitt evni, ið Oda kann taka undir við. 


- Tað er tí man hevur leguna. At vísa, at saman eru vit sterk. At vit, óansæð hvat, ikki eru bangin, sigur Oda at enda.