Føroyingar føddir í og eftir 2015 skulu vera roykfríir

Arbeitt verður við roykilóg, ið skal fyribyrgja at ung byrja at roykja ella nýta aðrar tubbaks- og nikotinvørur

Tað kemur fram í einum svari frá Margit Stóra, landsstýriskvinnu í heilsumálum, uppá §52a fyrispurning frá Johan Dahl, tingmanni, um Krabbameinsætlanina.

 

Í einum drúgvum svari upp á ymsar spurningar í samband við átøk í Krabbameinsætlanini, verður upplýst, at arbeitt verður við at gera nýggja roykilóg. Eitt av málunum við roykilógini og átøkunum er, at árgangirnir hjá teimum, sum eru fødd í 2015 og seinni, verða roykfríir og ikki nýta aðrar nikotin ella tubbaksvørur.

 

Ætlanin við  roykilógini  er  at  veita  øllum  ein  lógartryggjaðan  rætt  til  at  liva  og  virka  í  einum umhvørvi, sum ikki er heilsuskaðiligt.

 

Høvuðsdenturverður lagdur á, at:  

 

  • Fyribyrgja at børn og ung byrja at roykja ella nýta aðrar tubbaks- og nikotinvørur.
     
  • Tryggja, at royking v.m. ikki er partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum.
     
  • Tryggja støðugt fleiri roykfrí umhvørvi. Heilsustýrið hevur ábyrgdina av teimum fyribyrgjandi tiltøkunum og viðgerðartilboðum, sum skulu eggja fólki at leggja av at roykja og snúsa.

 

Eftir ætlan verður roykilógin løgd fram í Løgtinginum í byrjanini av 2025.

 

Les alt svarið (og spurningin hjá Johan Dahl) her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10875