Stendur tað til nýggja landsstýrið, so skulu føroyskir veljarar ikki longur hava ávirkan í donskum politikki.
Tað sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður við danska blaðið.
Vit skulu ikki hava ávirkan í Danmark
Eg ynski ikki at føroyingar skulu blanda seg í donsk viðurskifti. Kunnu vit fáa avtalu við donsku stjórnina, sum gevur føroyingum víðkað sjálstýri, er als einki grundarlag fyri at varðveita fólkatingsessirnar, sigur Anfinn Kallsberg.
Spurdur um hann heldur tað ber til at hava ymiskar skipanir fyri Føroyar og Grønland í fólkatinginum, sigur løgmaður, at Grønland, sum hevur sína avtalu, ikki um neyðugt nýtist at takast við í samráðingum um nýggja samstarvsavtalu millum Føroyar og Danmark.
Kortini viðgongur Anfinn Kallsberg at tað eisini frameftir verður tætt samband millum Danmark og Føroyar.
Megna ikki allar samfelagsuppgávur
Vit megna ikki allar samfelagsuppgávur, og frameftir verður neyðugt at fáa hjálp uttaneftir. Tá er mest náttúrligt at hjálpin kemur úr Danmark, sum er nærmasti samstarvspartur okkara.
Ætlar ikki kollvelting
Okkara ynski um størri sjálvstýri skal ikki skiljast soleiðis, at vit vilja kollvelta alt samfelagið frá einum degi til annan, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann leggur dent á at arbeiðið móti stjálvstýri ikki eigur at fáa álvarsliga ávirkan á gerandisdagin hjá føroyingum.
Um vit skunda nýggja sjálvstýrisskipan ígjøgnum, fer tað at hava álvarsligar búskaparligar avleiðingar. Tað kann tí ikki koma uppá tal at livikorini í Føroyum gerast vánaligari, tí so fáa vit føroyingar ímóti okkum, í royndini at skapa sjálvstýri.
Ikki talan um loysing
Tað er eisini skeivt í núverandi støðu at tosa um loysing. Vit vilja bert hava økt sjálvstýri, fyri síðani seinni at gerast sjálvstøðug. Tó skulu vit hava felags kongshús og gjaldoyra, sigur Anfinn Kallsberg, sum nú fer undir fyrireikingar til eitt nýtt útspæl, í sambandi við samráðingarnar við donsku stjórnina.