Føroyingar eiga at taka ímóti flóttafólkum!
Tað staðfestir Poul Michelsen, landsstýrismaður í útlendingamálum.
Kristina Heðinsdóttir Clementsen, sum hevði sæti á løtingið fyri jól sum varakvinna fyri Annitu á Fríðriksmørk, hevur spurt landsstýrismannin, hvønn leiklut Føroyar eiga at hava í sambandi við flóttafólkakreppuna.
Poul Michelsen staðfestir, at vit eru eitt av heimsins ríkastu londum, og við okkara ríkidømi fylgja eisini nakrar altjóða, moralskar skyldur
Landsstýrismaðurin heldur, at sum støðan er nú, eiga vit ikki at taka flóttafólk til Føroya, tí lógin er donsk, og gera vit tað, verður tað eftir donskum treytum.
Tí skal útlendingaøkið, eisini flóttafólkaøkið, yvirtakast fyrst.
- Tað er ongin sum sigur, at vit skulu hava somu skipan sum Danmark, eftir at málsøkið er yvirtikið. Sjálvandi skulu vit laga umsiting og reglur til føroysk viðurskifti, soleiðis at vit tryggja, at vit ikki missa tamarhald á støðuni.
- Lat tað vera greitt, at eg sjálvur haldi, at vit eiga at taka ímóti flóttafólkum, men tað skal vera undir skipaðum og væl fyrireikaðum viðurskiftum, og tað skal vera, tá vit sum land formliga hava tikið hesa ábyrgd á okkum, sigur Poul Michelsen.
Tað er trupult at meta um kostnaðin av at taka flóttafólk til Føroyar. Tað veldst millum annað um, hvussu nógv flóttafólk vit átaka okkum at taka ímóti, um tey fáa arbeiði, í hvønn mun tey hava tørv á serligum tænastum o.a.
- Á vitjan í Íslandi í fjør heyst, upplýsti íslendska vælferðarmálaráðið, at tey brúka 225.000 krónur til hvørt flóttafólk um árið. Í Danmark og í Noregi, er hesin kostnaður einar 200.000 krónur um árið, sigur Poul Michelsen.