Føroyingar ynskja samband

- Hetta er tað, sum vit kalla “Nýtt Samband”, og hetta er tað, sum stórur meiriluti av Føroya fólki ynskir, skrivar Helgi Abrahamsen í lesarabrævi

 

Einaferð kallaðist tað “loysing”. So bleiv tað “skipað loysing”. So var tað “fullveldi”, og uppaftur seinni bleiv tað “frælsur felagsskapur”. Jú nøvnini eru nógv, hóast innihaldið er meira ella minni tað sama.

Og nú hava fimm flokkar gjørt eina “tjóðarsemju” um, at Føroyar skulu vera “sjálvstøðugt land”. Eingin fær at vita ítøkiliga, hvat hetta snýr seg um, men javnaðarfólk leggja doyðin á, at talan er ikki um loysing. Tjóðveldisfólk, harafturímóti, siga júst tað øvuta. 

Í kjaksending á FM1 í gjár segði Sirið Stenberg, at hon fegnaðist um, at Løgmaður nú hevði sagt, at í hesum árinum er ætlanin at fara undir realitetssamráðingar um at skipa Føroyar sum stat. 

Um tað at vera statur er “loysing”, “skipað loysing” ella “fullveldi”, veit eg ikki, men tað er so í øllum førum ikki ríkisfelagsskapur.  

Føroyingar vilja ikki hava loysing

Ein veljarakanning hjá Portalinum og FM1 vísir, at bara 20 prosent av veljarunum ynskja, at “Føroyar skulu gerast eitt sjálvstøðugt land”. 42 prosent vilja hava “størri sjálvræði innan ríkisfelagsskapin” og 34 prosent vilja “varðveita somu støðu sum nú”. 5 prosent hava ikki tikið støðu til spurningin.

 


Nýtt Samband

Sambandsflokkurin vil varðveita støðuna, har Føroyar eru eitt sjálvstýrandi land í ríkinum, sum verður ment við at vit fáa størri rásarúm enn vit hava nú. Uttanríkispolitikkurin skal skipast í tveimum súlum, har føroyingar skulu stýra samstarvinum við altjóða og millumtjóða felagsskapir, fiskiveiðuavtalum og handilsavtalum. Somuleiðis skulu vit hava avgerðarrætt viðvíkjandi verjupolitiskum átøkum, sum verða gjørd um okkara leiðir.

Lógarkarmarnir í ríkisfelagsskapinum skulu dagførast við eini nýggjari heimastýrislóg – eini sjálvstýrislóg. Lógin skal skapa nýggju karmarnar um Føroyar, sum eitt sjálvstýrandi land í ríkinum. Teir nýggju føstu karmarnir fyri uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkin skulu staðfestast í lógini, og eisini skal lógin staðfesta, at um Føroyar ynskja at loysa seg úr felagsskapinum, so eru tað føroyingar sjálvir sum avgera tað.

Hetta er tað, sum vit kalla “Nýtt Samband”, og hetta er tað, sum stórur meiriluti av Føroya fólki ynskir. 

 

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin