Føroyingur vitjaði í loyndarfulla Norðurkorea

Tað man vera langt ímillum at føroyingar vitja í Norðurkorea, men í farna mánaði var 20 ára gamal strandingur í loyndarfulla landinum.

Tað man vera langt ímillum at føroyingar vitja í Norðurkorea, men í farna mánaði var 20 ára strandingur í loyndarfulla landinum.

 

Tað man vera langt ímillum at føroyingar vitja í Norðurkorea, men í farna mánaði var 20 ára gamli Jóhan Abrahamsen av Strondum í loyndarfulla landinum á koreansku hálvoynni. 

 

- Tað fyrsta, eg legði merki til, tá vit komu á flogvøllin í Pyongyang var, at har vóru øðiliga nógv herfólk, sigur Jóhan. - Heilt ekstremt nógv.

 

Jóhan var saman við øðrum í arbeiðsørindum fyri ein kristnan felagsskap, sum hann tó ikki vil siga navnið á.

 

- Vit (11 fólk úr 6 ymiskum londum) møttust í Beijing, har vit fingu at vita, hvussu vit skuldu bera okkum at, og hvat vit ikki máttu gera, sigur Jóhan.

 

Úr Beijing varð flogið til Pyongyang í einum norurkoreanskum flogfari.

 

- Fólk hugdu nógv eftir okkum, so tað var heilt týðiligt, at tey vóru ikki von at síggja útlendsk ferðafólk umborð á flogfarinum. Um vit skuldu inn á vesið, stóð alla tíðina onkur uttan fyri hurðina og helt vakt, sigur hann.

 

Veggirnir lurtaðu

Á hotellinum, har ferðalagið búði var eisini sera strangt eftirlit.

 

- Alt viðførið varð brotið upp, meðan vit vóru úti, og einaferð, tá eg segði við ein annan, at eg var svangur og hvat eg kundi hugsað mær at fingið at eta, gekk bara ein lítil løta, so var ein tænari har við júst tí, sum eg hevði nevnt, sigur Jóhan.

 

- Eg haldi, at tey vildu vísa okkum, at tey fylgdu við.

 

- Vit sóu ongar aðrar gestir á hotellinum, og eg haldi ikki, at nakar annar var har. Har er jú eingin sum ferðast.

 

- Eg var øðiliga bangin, tí vit gjørdu nakað, sum vit ikki høvdu loyvi til, og tað kundi í ringasta føri kosta okkum lívið, sigur Jóhan.

 

Deyð fólk fram við vegnum

Tað gjørdi sterka ávirkan á Jóhan, tá tey ein dagin koyrdu í 5 tímar í toki.

 

- Vit sóu eini 25 – 30 fólk liggja deyð ymsastaðni, og fuglarnir høvdu sett á fleiri av teimum. Vit koyrdu eisini við bussi, har vit sóu øðiligt fátækadømi, men mitt í øllum komu vit til eitt marglætisslott, har vit sjálvi skuldu sova. Tað var ein løgin kensla eftir bert lítlari løtu at flyta millum so ymisk lívskor.

 

Koyrdu heimaftur

- Fyri at koma til Norðurkorea máttu vit flúgva, og heimaftur máttu vit koyra. Har var bara einvegis ferðsla bæði í luftini og eftir vegnum. Ein brúgv er tvørturum ánna sum er mark millum Norðurkorea og Kina, og henda brúgvin hevur bara eina koyribreyt, tí har er snøgt sagt ikki brúk fyri fleiri.

 

- Tað var ein ótrúlig kensla at koma út aftur úr Norðurkorea, sigur Jóhan, tí tað var eitt stórt trýst á okkum, meðan vit vóru í landinum. Hann útilokar tó ikki, at hann kann finna upp á at fara aftur til Norðurkorea.

 

- Hví skal eg fara til eitt land, tá ferðin kann kosta mær lívið? Tað er trúgvin hjá mær, sum er orsøk til tað, sigur hann. - Onkur má fara.