Føroysk ættarbond ovast á íslendska tónatindinum

Íslendingar hava kosið best umtóktu løgini síðstu 70 árini, og tónasmiðir nummar 1, 2, og 3 eru av føroyskari ætt.

Íslendingar hava kosið best umtóktu løgini síðstu 70 árini, og tónasmiðir nummar 1, 2, og 3 eru av føroyskari ætt.

 

Í nakrar mánaðir hevur íslendska sjónvarpið roynt at funnið yndisløg íslendinga síðstu 70 árini, ella síðani Ísland loysti frá Danmark.

 

Fólk kundu í byrjanini innstilla yndissangir á netinum. Fimm teir best dámdu hvørt 10 ára skeið. t.d. 1944 -1953, 1954 -1963 o.s.fr., vórðu framførdir live í sjónvarpi av ungum tónleikarum.

 

Fólk kundu atkvøða um hesar fimm sangirnar fyri hvørt skeið, og vinnarin av hvørjum 10 ára skeiði fór víðari í finaluna. Síðani fingu hyggjarar møguleika at atkvøðu millum teir 7 finalusangirnar.

 

Úrslitið var klárt síðsta vikuskiftið. Vinnandi sangskrivarar og sangir vóru:

 

    1. Bjartmar Guðlaugsson - Þannig týnist tíminn
    2. Magnús Þór Sigmundsson - Ást
    3. Jóhann Helgason - Söknuður

     

Vinnarin Bjartmar Guðlaugsson, er hálvur føroyingur. Hann hevur f'øroyska mammu.

 

Nummar tvey, Magnús Þór Sigmundsson, hevur føroyskan pápa.

 

Nummar 3, Jóhann Helgason, hevur føroyska ommu.

 

Heimildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð, sigur okkum hesi tíðindi, og hann metir hetta vera heldur sermerkt, tí neyvan hava mangir av hinum mongu luttakandi kappingarneytunum føroysk foreldur ella ommu ella abba. Hægst tveir ella tríggir, metir Jens Guð.

 

At teir fremstu so allir hava tøtt ættarbond til Føroya má sigast at vera heldur sermerkt.

 

 

Á myndini sæst Bjartmar Guðlaugsson