– Eg kenni meg rættiliga sannførdan um, at um vit fáa avgreitt spurningin um eina grundlóg ella eina nýggja stjórnarskipan við einari fólkaatkvøðu, tá fáa vit eisini ruddað slóð fyri einum greiðari politiskum landslagi.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og formaður Javnaðarfloksins í tíðargrein í Vikuskiftis Sosialinum.
Jóannes Eidesgaard heldur, at ruðuleikin – har togað verður í allar ættir móti vinstru og høgru og ímóti loysing og sambandi – verður greiðari, tá Føroya fólk einaferð med alla hevur avgreitt okkara egnu stjórnarskipan.
– Ein stjórnarskipan, sum greitt sigur, at avgerðin um støðu Føroya í framtíðina bert liggur hjá føroyska fólkinum og ongum fremmandum myndugleika. Tá kann vónandi meira orka leggjast í at reka ein meira siðbundnan og hugjsónarligan greiðan politikk, skrivar Jóannes Eidesgaard.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at tað í Føroyum ikki ber til at reka siðbundan blokkpolitikk, har verljarin kann velja ímillum høgra ella vinstrapolitikk, tí stríðið um sambandið við Danmark skuggar fyri hesum politikki.
Tí dámar honum væl, at samgongan hevur sett sær fyri at loysa spurning um stjórnarskipanina – ella um føroyska grundlóg.
– Latið okkum gera arbeiðið liðugt, sigur hann.
– Tað er nakað av einum paradoksi, at eitt av heimsins minstu londum hevur brúkt longst tíð upp á at skriva og fáa samtykt sína egnu grundlóg ella stjórnarskipan. Eg veit væl, at fótonglar eru á leiðini, men sum eitt rímiliga búgvið fólkaræði eiga vit at fáa loyst hesar spurningar, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann skrivar, at hann væl veit, at útmeldingarnar, sum koma úr Danmark, kunnu órógva onkran.
– Men vit eiga sjálvandi at vita, at danskir forsætismálaráðharrar siga ikki annað enn tað, sum er »korrekt« yvir fyri teirra egna parlamenti og teirra egna fólki. Meira skulu vit heldur ikki leggja í tað, heldur Jóannes Eidesgaard.
– So hóast útmeldingar úr Danmark, so er ikki at hava kálvahjarta, men gera arbeiðið liðugt. Um vit hugsa okkum ta støðu, at vit ein dag koma hartil, at nú siga vit samtarvið upp við Danmark, so vita vit, at eingin donsk stjórn ella Fólkating kann seta seg upp ímóti slíkari avgerð. Hugsið tykkum altjóðaumrøðuna Danmark hevði fingið. So sjálvandi fær fólkið sín vilja, og tað er eisini fult í tráð við tað, sum teir tríggir seinastu forsætismálaráðharrarnar í Danmark hava fráboðað. »Det er færingerne selv, der træffer afgørelsen«, skrivar Jóannes Eidesgaard.
Hann vísir eisini á, at fyrimunirnir fara at vísa seg alt fyri eitt.
– Vinningurin her og nú við at fáa samtykt eina grundlóg ella stjórnarskipan er fyri meg at síggja, at vit fara at fáa meira orku til at reka siðbundnan hugsjónarliga politikk, og vit fara vónandi at fáa eitt greiðari politiskt landslag millum vinstru og høgru. Tá er eisini nógv vunnið. Tað verður meira konstruktivt og áhugavert at vera í politikki, og tað verður eisini meira meiningsfult at vera veljari, skrivar Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður Javnaðarfloksins millum annað í tíðargreinini í Sosialinum í dag.