29 ára gamla Sólbjørg Jakobsen úr Runavík, sum býr í Aalborg-forstaðnum Vestbjerg, verður toppvalevnið hjá flokkinum Liberal Alliance til kommunvalið í Aalborg. Hon stendur ovast á teirra valevnislista og verður vald, um flokkurin fær umboðan.
– Liberal Alliance hevur havt umboðan í kommunustýrinum í Aalborg, men misti umboðið á seinasta vali. Formaðurin fyri valfelagið í Aalborg, sum var spísskandidatur seinast, er nummar tvey á listanum nú, og hann er góður stuðul hjá mær, sigur Sólbjørg Jakobsen við Sosialin um vikuskiftið.
Tað er eisini greitt, at Sólbjørg Jakobsen fer at stilla upp til fólkatingsvalið næstu ferð.
Í Sosialinum um vikuskiftið ber til at lesa longri samrøðu við Sólbjørg Jakobsen. Millum annað greiðir hon frá, hví hon veruliga kom í andglettin fyri eina útsøgn á sosialum miðli.