Føroysk sendistova í Moskva næsta ár

Næsta ár verður føroysk sendistovan sett á stovn í Moskva

 

Nú skulu Føroyar hava eina sendistovu í Moskva.

 

Tað ætlar samgongan og í hesum sambandi fer landsstýrið nú at biðja Løgtingið um tvær milliónir til endamálið næsta ár.

 

Annars verður mett, at sendistova í Moskva fer at kosta 3,250 milliónir um árið, men av tí at sendistovan í Moskva ikki letur upp fyrrenn nakað er liðið út á árið, verða útreiðslurnar nakað avmarkaðar næsta ár. 

 

Russland hevur alsamt størri týdning fyri Føroyar og landsstýrið staðfestir, a tað er týdningarmikið at vit hava okkara egnu umboð á staðnum, sum tryggjar støðugt samband og samstarv við russiskar myndugleikar og tollsamgongur um marknaðaratgongd og um at fáa fríhandilssáttmála.

 

- Hetta er serliga galdandi í nevndu londum, har marknaðartrupulleikar brádliga kunnu gerast áleikandi, sigur landsstýrið.

 

Í hesum sambandi hugsar landsstýrið sær, at føroysk umboð í Moskva skulu byggja upp gott samband við matvørumyndugleikar, tollmyndugleikar, vinnufeløg, myndugleikar og politikarar í Moskva, Kiev, Minsk, Kaliningrad, Astana, Murmansk, Arkhangelsk.

 

Landsstýrið sigur, at Vinnuhúsið tekur undir við ætlanini at hava føroyska sendistovu í Moskva.

 

Í hesum sambandi verður eisini víst á tørvin á at hava sendifólk, ið tekur sær av útflutningsmálum og politiskum spurningum, eisini viðvíkjandi Hvítarusslandi, Kasakstan, Ukraina og øðrum londum í økinum.

 

- Áhugin fyri at keypa fiskavørur úr Føroyum er vaksandi í hesum londum, serliga fáa Russland og Ukraina fstørri og størri týdning fyri føroyskan útflutning, eina mest uppisjóvarfisk og laks.

 

Landsstýrið sigur, at tí er neyðugt at bøta um marknaðaratgongdina hjá føroyskum útflytarum.

 

- Ikki minst er hetta átrokandi, nú ES hevur sett handilstiltøk í verk móti Føroyum, sigur landsstýrið.