Føroysk tíðindi bara á netinum - vilja vit veruliga tað?

Hanna Jensen heldur, at politiski myndugleikin má gera okkurt fyri at bjarga hesari gomlu vinnuni

Hanna Jensen heldur ikki, at kjakið hevur verið nógv breitt og sjónligt um, hvat føroyska samfelagið vil viðvíkjandi pappírsprenti.

 

Fyri kortum kom fram, at Prentmiðstøðin snarar lyklinum, og at føroysku bløðini tí noyðast til Danmarkar at prenta - høvuðsorsøkin til hetta er, at útberingin er so dýr, og Posta ikki vil samstarva um hetta.

 

Í tíðindunum á FM1 spyr Hanna Jensen, um vit veruliga vilja, at føroysk tíðindi í framtíðini bara skulu lesast á netinum. Hon vil hava at vita, um hetta er ein tilvitað niðurstøða, vit eru komin til sum land, ella um tað er nakað, sum nøkur heilt fá fólk sleppa at avgera.

 

– Vit mugu finna útav, hvar trupulleikin liggur og harfrá finna loysnirnar, sigur hon.

 

Spurningurin er settur til politiska valdið, og til ber at lesa hennara lesarabræv HER.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, Árni Gregersen gjørdi við Hannu Jensen í tíðindunum á FM1 í gjár.