Føroyska arbeiðsfjøldin er tann virknasta í Evropa

Av teim umleið 38.200 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru 32.000 í arbeiðsfjøldini, sambært Hagstovuni

 

Sambært Hagstovuni er arbeiðsfjøldin vaksin við stívliga 2.000 fólkum seinastu fimm árini.  Vøksturin er nakað ójavnt býttur millum kynini við umleið 1.200 mannfólkum og 800 konufólkum.

 

Hetta er eitt av høvuðsúrslitunum av arbeiðsfjøldarteljingini, sum Hagstovan gjørdi í november í fjør.

 

– Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum. sigur Hagstovan.

 

Onga aðrastaðni er so lítil munur á vinnutíttleikanum hjá monnum og kvinnum.

 

– Vit hava sæð tað eisini í undanfarnu kanningum, at í mun til fólkatalið er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Evropa. Árini frammanundan hevur verið tætt millum Føroyar og Ísland, men nú er munurin øktur munandi hjá monnum, men serliga hjá kvinnum, har vinnutíttleikin hjá føroyskum kvinnum nú er 82% og 75% hjá íslendskum kvinnum, sigur Hagstovan.

 

– Samanumtikið sæst, at í øllum øðrum londum enn í Føroyum er vinnutíttleikin hjá kvinnum munandi lægri enn hjá monnum. Í Føroyum eru bara 3%-stig á muni, 8%-stig í Íslandi, í Danmark 7%-stig og í miðal fyri tey 28 ES-londini er munurin 9%-stig. Nógv størsti kynsmunurin er í Turkalandi við vinnutíttleika á 71% hjá monnum og 33% hjá kvinnum.