32 ára gamli Hans Lindberg, sum spælir á vonginum hjá danska hondbóltslandsliðnum og við týska stórfelagnum HSV Hamburg, er hálvur føroyingur.
Hans Lindberg er uppkallaður eftir abba sínum, Hans Lindberg, sum var úr Trongisvági. Hans Lindberg var giftur Alu Lindberg, ið eisini er úr Trongisvági.
Tey bæði fluttu til Íslands, Hans undir krígnum og Ala nakað seinni. Tey bæði fingu sjey børn, teirra millum Erling Lindberg, ið fekk íslendska konu. Erling Lindberg fekk tveir synir, Dávid og Hans – og tað er Hans Lindberg, sum vit millum annað hava upplivað í EM-endaspælinum í hondbólti seinastu dagarnar.
Erling Lindberg, pápi Hans, hevur mangan verið í Føroyum, og hevur tá búð í Trongisvági hjá familjuni har, eitt nú fastrini Elly Magnussen, ið so er abbasystur hondbóltsleikaran Hans Lindberg.
Hans Lindberg hevur sjálvur ongantíð verið í Føroyum, men í gjár fekk hann høvið at heilsa upp á nakrar føroyskar hondbóltsfjepparar. Lesi meiri um tað HER.