Føroyska makrelkvotan verður sløk 156.000 tons

- Eg vóni, at semja fæst um býtið av makreli fyri 2023, sigur Árni Skaale, landsstýrismaður.

Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur eftir ráðførslu við uttanlandsnevnd Løgtingsins í dag tikið avgerð um at áseta føroysku kvotuna av makreli fyri 2022.

 

- Føroyska kvotan verður 155.804 tons, sum svarar til 19,6 prosent av mest loyvdu veiði á 794.920 tons, sum strandarlondini samdust um á árliga fundinum um makrel í London hin 27. oktober í fjør.

 

Árni Skaale sigur, at samráðingarnar um nýtt makrelbýti fyri 2023 og næstu árini nú eru byrjaðar, og hann vónar, at hesar samráðingar fara at føra til semju um býtið av makrelinum.