Fyri støðugt at vera kappingarførir á byggimarknaðinum eru neyvar marknaðarkanningar gjørdar av skipasmiðjum kring knøttin. Úrslitið av hesum kanningum vísti, at Kina hevði tann mest áhugaða byggimarknaðan, sigur Álvur Mortensen á meklaravikinum.
? Í hesum sambandi skal nevnast, at tað er ein veruleiki, at alt fleiri reiðarar í Europa velja at byggja í Kina í dag. Sum dømi kann upplýsast, at tann danska stórfyritøkan A. P. Møller, P&O í Bretlandi, fleiri skandinaviskar, týskar og aðrar fyritøkur í Evropa byggja bæði størri og smærri serskip í Kina.
? Síðani 1995 hava vit konsentrerað okkum um skipasmiðjur í Kina. Vit hava í hesum sambandi fleiri ferðir verið í Kina saman við okkara íslendsku samstarvspartnarum og gjørt fyrireikingararbeiði til at byggja fiskiskip har. Sum úrslit av hesum kunnu vit bjóða føroyingum at byggja nýmótans fiskiskip á skandinaviskum støði í Kina fyri ein munandi bíligari kostnað - upp til eini 30 - 40% bíligari enn skip kunnu verða bygd fyri í t. d. Pólandi og Spaniu, sigur Álvur Mortensen.
Skipasmiðjur við ISO 9002 certifikati
Skipsmeklaravirkið Maretec hevur, saman við sínum íslendsku partnarum í kinaprojektinum, gjørt eina 12 ára samstarvsavtalu við eitt stórt kinesiskt skipabyggifelag, sum eigur fleiri stórar skipasmiðjur í Kina á altjóða støði við ISO 9002 certifikati.
Í einari av skipasmiðjunum »GH-Shipyard« arbeiða uml. 4000 fólk, harav uml. 450 eru verkfrøðingar og teknikarar. Skipasmiðjan fevnir um eitt øki sum er 1.000.000 km2 og hevur góðar fasilitetir sum: byggihøll 428 x 60 m, flótidokk 2400 tons, turrdokk 5000 tons, sleipistøð 600 tons, aluminiumverksmiðju og aðrar byggihallir.
- Skipasmiðjan er før fyri at byggja skip av alskins sløgum frá fiskiskipum, farmaskipum, tangaskipum, supplyskipum, vaktar- og bjargingarskipum v. m. - alt á sera høgum internationalum tekniskum støði, sigur Álvur Mortensen.
Skandinavisk tøknifrøði
Skipsmeklaravirkið Maretec hevur eisuni gjørt eina samstarvs avtalu við tí størstu íslendsku arkitekta, verkfrøðinga- og konsulentfyritøkuna í fiskiskipum »VS-Skipatækni« í Reykjavik. »Vik & Sandvik« í Noregi, sum er tann stórsta av sínum slagi í Skandinavia, eigur 49% av hesu íslendsku fyritøkuni.
? Vit fáa sostatt við hesum samstarvi tað best hugsandi teknisku vitan og nýhugsan innan bygging av fiskiskipum við samtakinum millum Ísland og Noregi, sigur hann.
Alt tað tekniska arbeiðið, sum er neyðugt fyri at fullføra hetta byggiprojektið frá byrjan til endan, verður framt av »VS-Skipatækni« sum t. d. projektering, dokumentering, alt tekniarbeiði, heríroknað arbeiðs- og klassatekningar, stabilitetsútrokningar v.m.
Eftirlit
»VS-Skipatækni« skal hava verkfrøðingar og serfrøðingar í skipabygging á skipasmiðjuni í Kina í allari byggitíðini. Hesir teknikarar skulu verða ráðgevarar, hjálpa til at leiða arbeiðið og hava eftirlit við skipabyggingini.
? Við hesi stýring av bæði tekniskum og praktiskum slag, kunnu vit tryggja føroyingum ein nýbygning úr Kina á hægsta tekniska støði, við einum kvaliteti, sum ikki liggur aftan fyri tann, ið tær bestu skipasmiðjurnar í t.d. Noregi kunnu fremja í verki, sigur Álvur Mortensen.
Útgerðin til skipini, sum verða bygd í Kina, er tann mest framkomna, ið verður nýtt til fiskiskip í dag:
Frá »ULSTEIN« ella líknandi: Høvuðsmaskina, høvuðsgear, skrúvuaksil við skrúvu, skrúvudysa, síðuskrúvur, róðurgreiðir, róður, høvuðstalva og Brattvaag-spøl.
Hjálpmaskinur frá Caterpillar ella líknandi. Generatorar frá Leroy Somer ella líknandi.
Fabrikk layout frá MAREL ella líknandi - Fabrikk frá BAADER, Carnitec ella líknandi.
Elektronikkur frá FURUNO ella líknandi
Byggiharrin kann eisuni sjálvur velja aðra útgerð, sigur Álvur Mortensen.
Klassa- og skipasániskrøv
Skipið verður bygt í samsvar við galdandi krøv og treytir hjá DNV, Bureau Veritas ella Lloyds klassa og skal uppfylla øll neyðug krøv hjá skipasáninum í Føroyum.
Byggikvaliteturin og útgerðin á hesum nýbygningi er á sama støði, sum tey mest námótans fiskiskipini í Noregi hava og byggitíðin er tann sama.
Byggikostnaðurin í Kina er heili 30-40% bíligari enn tann í Pólandi og Spaniu.
Álvur Mortensen sigur, at stýringin við byggiprojektinum er sera góð á øllum stigum, bæði við tí tekniska og við eftirlitinum, áðrenn bygt verður, meðan bygt verður, við yvirtøku og aftaná at skipið er komið í vinnu.
Garantieftirlitið og møguligar ábøtur verður gjørt í Scandinaviu eftir nærri avtalu.
? Byggiprojekt, sum vit í løtuni arbeiða við í Íslandi, Noregi og uttanfyri Europa geva eina ábending um kostnaðarstøði í Kina, sigur hann:
Flakatrolari við fabrikk: 65 x 13 m - 4800 Bhp ñ USD 10,7 mill.
Rekjutrolari við fabrikk: 68 x 14 m ñ 7200 Bhp ñ USD 11,9 mill.
Flakatrolari til pollock & fiskamjøl: 65 x 13 m ñ 3600 Bhp ñ USD 12 mill
Nótabátur/trolari : CSW, frysting & flakalinju: 68 x 14 m 4800 Bhp - USD 11 mill.
Álvur Mortensen sigur, at fólk, ið hava fyrispurningar, eru vælkomin at seta seg í samband við Maretec, har teir fegnir geva fleiri upplýsingar um bygging í Kina.