Føroyska røddin hjá DAS Happadrátti

Íslendski happadrátturin DAS leitar eftir fólki at vera umboð, rødd og andlit hjá DAS í Føroyum. Starvið er parttíðarstarv við skiftandi arbeiðstíðum.

 

 

 

Sum umboð fyri DAS skalt tú svara spurningum frá føroyskum viðskiftafólki umvegis telefon, teldupost og sosialar miðlar.

 

 

 

Tú skalt eisini umsita føroysku Facebook- og Instagramsíðurnar hjá felagnum, og í tøttum samstarvi við DAS í Íslandi og okkara føroyska samskiftisveitara, avgreiða átøk og annrs mynda DAS í Føroyum.

 

 

 

 

 

Vit vænta, at tú:

 

  • ert fyrikomandi
  • dugir væl at lurta og leiðbeina
  • dugir væl føroyskt mál í skrift og talu
  • skilur enskt ella íslendskt
  • dugir at arbeiða skipað og sjálvstøðugt
  • hevur grundleggjandi telduførleikar
  • hevur royndir innan tænastu

 

 

 

 

 

Vit bjóða eitt avbjóðandi og mennandi starv, har tú í stóran mun skipar tín egna arbeiðsdag. Løn sambært avtalu.

 

 

 

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú skriva til okkara á valgeir(at)das.is ella ringja til okkara á +354 780 4077

 

 

 

Umsókn, ið skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. oktober, skal sendast til valgeir(at)das.is

 

 

 

Um DAS Happadrátt

 

DAS Happadráttur er íslendskt eydnuspæl, við dráttum hvørja viku, ið árliga útlutar yvir 50.000 vinningar fyri slakar 100 mió DKK.

 

DAS varð sett á stovn í 1954 og er vælgerandi felag, ið letur nærum 40% av søluni út aftur sum vinningar. Yvirskotið fer fyrst og fremst til at betra umstøðurnar hjá eldri borgarum.

 

Í Føroyum samstarvar DAS við Ítróttavedding og letur sostatt ein part til føroyskan ítrótt og føroyska mentan.

 

Føroyingar hava altíð spælt við í happadráttinum hjá DAS. Sølan av lutaseðlum fer fram á das.fo, og allir vinningar eru sjálvandi skattafríir.

 

##med2##