JÓANNES HANSEN
Í ár og í komandi ári stendur tað fremstu fótbóltsvenjarunum í landinum í boði at taka seg enn eitt stig upp eftir útbúgvingarstiganum.
Tað er virksama útbúgvingardeildin hjá Fótbóltssambandinum, sum aftur dregur eitt gott tilboð úr skjáttuni. Útbúgvingin kallast elituvenjaraskeiðið, og í FSF dylja teir ikki, at hetta verður nýggja flaggskipið innan útbúgvingartilboðini, sum teir hava at bjóða.
Krøvini til teir tólv
Jákup Simonsen er formaður í útbúgvingardeildini hjá FSF:
Tað er pláss fyri tólv venjarum á skeiðnum, sum ætlanin er at fara undir síðst í februar í ár. Útbúgvingin verður í ár og í 1999, og vit hava sett nøkur krøv til teirra, sum tað stendur í boði at taka lut í útbúgvingini. Teir skulu í ár og komandi ár venja eitt lið í 1. deild, 2. deild ella unglingadeildini, og kanska fer tað at bera til hjá onkrum at vera við, sum fer at hava ábyrgdina av einum dreingjaliði í meistarabólkinum. Harafturat skulu luttakararnir duga hampuliga væl at greiða frá sínum arbeiði, bæði munnliga og skrivliga, teir skulu hava møguleika fyri at brúka eina teldu, og so skulu teir vera framsóknir ella ambitiøsir í venjarayrkinum.
Málið og samstarvið
Í FSF eru teir av tí áskoðan, at seinastu árini eru uppgávurnar og avbjóðingarnar hjá bestu føroysku fótbóltsspælarunum vorðnar so nógvar og stórar, at um spælararnir heima á landi framvegis skulu fáa íblástur til menning í venjingini, so er tørvur á venjarum, sum hava uppaftur betri útbúgving, enn teir higartil hava havt møguleika at nomið sær í Føroyum.
Jákup Simonsen sigur, at teir aftur hesa ferð fáa ágóðan av góða samstarvinum, sum FSF hevur við danir, tá tað snýr seg um útbúgving av venjarum:
Jens Tang Olesen og Knud Aage Nielsen eru væl kendir í Føroyum. Millum annað høvdu teir tvey grundskeið í Gundadali síðsta vikuskifti. Teir fara at hava ábyrgdina av elituvenjaraskeiðnum, og tað eru teir báðir, sum hava skrivað tilfarið til hetta skeiðið. Tað hava teir gjørt á ein slíkan hátt, at UEFA fær trygd fyri, at okkara útbúgving verður á hædd við tað, hon er í øðrum londum. Tað vil við øðrum orðum siga, at føroyskir venjarar, sum taka hesa útbúgvingina í Føroyum, kunnu brúka hana í øðrum UEFA limalondum.
Vil hetta siga, at tá venjararnir hava lokið nýggju útbúgvingina, so hava teir verið ígjøgnum alla útbúgvingarmylluna, sum tað ber til at fara ígjøgnum í øllum europeiskum londum?
Nei, tað ger tað ikki. Men tá henda útbúgvingin er lokin, so hava vit gjørt eina avtalu við danir um, at teir, sum standa seg best, fáa møguleika at halda fram í Danmark á tí, sum teir í DBU kalla diplomvenjaraskeiðnum. Tað er hægsta venjaraútbúgvingin, sum danir hava at bjóða, sigur Jákup Simonsen.
Hann leggur afturat, at talan er um rættuliga krevjandi útbúgving:
Seniorvenjaraútbúgvingin er tann hægsta, sum tað higartil hevur verið møguleiki fyri at taka í Føroyum. Í tí útbúgvingini verður ofta arbeitt í bólkum, og luttakararnir hava eisini verið í bólkum, tá teir eru farnir til endaliga roynd. Tað gongur ikki í nýggju útbúgvingini. Har skal hvør einstakur standa royndina, og tað er ikki meiri enn nátúrligt, tí í gerandisdegnum kann roknast við, at venjarar við hesari útbúgvingini fara at hava ábyrgdina av sær sjálvum og ivaleyst ofta eisini av øðrum venjarum, sum fara at arbeiða eftir teirra vegleiðing.
Karmurin
Elituvenjaraskeiðið verður skipað í fýra vikuskiftisskeiðum, einari námsferð uttanlanda, og so endar tað við einari roynd. Millum skeiðini skulu luttakararnir arbeiða í feløgunum, har teir eru venjarar, við evnum, sum skeiðleiðslan fer at áleggja teimum at arbeiða við. Tá teir næstu ferð savnast, skulu teir greiða frá, hvussu tað hevur gingist við at røkka setningin, sum varð ásettur seinast, teir vóru saman.
Ætlanin er at hava fyrsta vikuskiftisskeiðið 20.-22. februar, annað skeiðið verður 17.-19. juli í ár, triðja skeiðið verður 23.-25. oktober í ár, og fjórða vikuskiftisskeiðið verður 26.-28. februar komandi ár. Námsferðin og endaliga royndin verða eisini í 1999, men tað er ikki ásett enn, nær hetta verður.
Innihaldið
Á fyrsta skeiðnum verður evnið liðmenning, á næsta skeiðnum verður evnið leikaramenning, á triðja skeiðnum verður evnið, hvussu mest møguligt kann fáaast burturúr liðnum, og í tí sambandinum verður ikki minst nortið við tað, teir við fínum orðum kalla psykologisk, pædagogisk og organisatorisk tiltøk.
Heitið fyri fjórða skeiðið er sett at vera dystarmenning, og rímuligt verður alt tað omanfyri nevnda á skránni, tá luttakararnir fara út at ferðast saman, umframt at onnur evni kunnu koma upp á tal eitt nú venjing av málverjum, sum ikki er nakað, ið tað hevur verið gjørt serliga nógv við í feløgunum kring landið.
Enn er ikki avgjørt, hvagar leiðin skal ganga, tá teir skulu út at ferðast, men tá danskarar skipa fyri sovornum skeiðum, fara teir ofta til Hollands, har teir hava samband við landsmenn, sum eru nógv virdir í altjóða fótbóltsheiminum. Her verður hugsað um Morten Olsen, sum hevur ábyrgdina av liðnum hjá Ajax, og Frank Arnesen, sum er stjóri í PSV Eindhoven.
Luttakararnir
Vit halda sjálvir, at hetta er eitt gott tilboð. Luttøkugjaldið fyri alt skeiðið verður seks túsund krónur. Restina av kostnaðinum ber FSF. Áhugin tykist vera stórur at sleppa uppí part, og tað er so gott sum greitt, hvørjir tólv venjarar verða teir fyrstu, sum fáa møguleikan at røkka prógvi sum elituvenjarar. Teir hava allir lokið tær útbúgvingarnar, sum higartil hava staðið teimum í boði, sigur Jákup Simonsen.
Útbúgvingarrøðin hjá FSF fevnir nú um eina grundútbúgving, sum er í fimm pørtum (byrjunarskeið, kropslig venjing, venjarastarvið, teknisk venjing og taktisk venjing), ungdómsvenjaraskeið, seniorvenjaraskeið og so elituvenjaraskeiðið, sum endar við einari roynd, áðrenn onkrir fara at fáa møguleikan at sleppa á diplomvenjaraskeið í Danmark.