Føroyskir politikarar gera av framtíðarstøðu Føroyar

? Eg havi ta fatan, at føroyskir politikarar sjálvir gera av, hvørja skipan teir vilja hava við Danmark, so taki eg støðu út frá tí, seg Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri

Tað vóru serliga teir útlendsku fjølmiðlarnir, ið royndu at tráspyrja forsætisráðharran um bankakanningina og harvið um tíðarskeiðið var tað rætta at fara til Føroya nú. Men tí ivaðaðist forsætisráðharrin ikki í.

Í ár verður heimastýrislógin 50 ár, og komandi løgtingsvalið fer uttan iva at verða merkt av turbolentu viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Tí spurdi Sosialurin forsætisráðharran, um hann tekur undir við føroyska Javnaðarflokkinum, ið tosar um størri sjálvræði?

? Nú haldi eg ikki, at tað er rætt av mær at leggja meg út í hesi viðurskiftini. Tað er ikki rætt, hvørki yvir fyri føroysku politikarunum ella teimum grønlendsku, segði Poul Nyrup Rasmussen á ein rættuliga diplomatiskan hátt.

? Eg havi ta fatan, at føroysku politikararnir sjálvir eiga at gera av, hvørja skipan teir ynskja at hava við Danmark - hvør hugburður teirra er til hesi viðurskifti, og so taki eg støðu út frá tí, segði forsætisráðharrin, ið týðuliga vildi sleppa undan at gera beinleiðis viðmerkingar til hesi viðurskifti.

Vit spurdu eisini forsætisráðharran, um hann roknaði við at kunna bøta um spentu viðurskiftini millum føroyska og danska Javnaðarflokkin, tá hann í dag (mikudag) skal hitta føroyska Javnaðarflokkin.

? Hetta er ein fundur, sum eg gleði meg rættuliga nógv til, segði forsætisráðharrin, sum var ivaleysur í, at bæði hann og føroyski Javnaðarflokkurin fóru at fáa nakað burtur úr fundinum.

? Men hvat eg fari at tosa við Jóannes Eidesgaard um, tað má bíða til eg hitti hann í morgin - og tá hava tit aftur høvi at tosa við okkum, segði Poul Nyrup Rasmussen.

Tá Jonathan Motzfeldt, ið tykist duga væl at bera seg fram, royndi at grundgeva fyri, at tað vóru onnur viðurskifti í ríkisfelagsskapinum, enn bankakanningin, sum høvdu stóran týdning, var tað ein danskur tíðindamaður, sum spurdi Edmund Joensen, hvussu tað bar til, at Jonathan Motzfeldt tyktist vera meira sambandssinnaður enn Føroya Løgmaður.

? Loysing frá Danmark gevur onga meining - hetta vita vit øll. Vit hava eisini søgulig bond við Danmark, sum røkka heili 600 ár aftur í tíðina, hetta er ikki nakað, vit bara soleiðis kunnu slíta. Tí krevur tað ein innsats frá øllum pørtum, at vit kunnu samstarva, og er ríkisfundurin gott høvi til tess. Her kunnu vit halda sambandið hvør við annan, og hetta prógvar eisini, at vit kunnu standa væl saman.

? Tað er eisini ein stórur fyrimunur fyri okkum, sum eitt lítið samfelag, at kunna samstarva við eina størri skipan - sum danska samfelagið. Hesum fáa vit nógvar fyrimunir av, og hetta er ikki nøkur útreiðsla fyri danska ríkið, sum í heimshøpið fær stórar fyrimunir, tí tað verður so nógv størri í vavi, helt løgmaður, sum eisini helt, at hetta gav pørtunum uppaftur betur møguleikar at styðja hvønn annan.