Myndir: Ólavur Frederiksen

Føroyskt whisky skal kappast við Skotland

Tari, hvonn, vatn undan havbotninum og tann salta føroyska luftin skulu geva føroyskum whisky sín egna smakk. Í Sosialinum hesaferð kanst tú lesa søguna um Faer Isles Distillery og dreym teirra um at koyra Føroyar niður í fløskuna.

Myndir: Ólavur Frederiksen

Tað byrjaði við tveimum kórsangarum, einum felags áhuga fyri whisky og einum skota, sum ótilvitað setti gongd á ein føroyskan dreym.

 

Í dag stendur eitt framkomið distillarí í Vestmanna, har føroyskt whisky liggur og búnast á tunnum. Faer Isles Distillery framleiðir eisini ginn, akvavitt og vodka við føroyskum rávørum og einum greiðum norðuratlantiskum samleika.

 

– Endamálið hjá okkum er at koyra Føroyar niður í fløskuna, sigur Bogi Karbech Mouritsen, stovnari og høvuðseigari í Faer Isles Distillery.

 

##med2##

 

Bogi Mouritsen og Dánial Hoydal kendust frá kórsangi, men funnu skjótt út av, at teir eisini høvdu áhugan fyri whisky í felag. Longu í 2008 fóru teir undir at kanna møguleikan fyri einum føroyskum distillaríi. Lóggávan forðaði tó ætlanini, og í 2009 varð hon løgd til viks.

 

Dreymurin hvarv kortini ikki. Tá reglurnar seinni vórðu broyttar, varð farið undir verkætlanina av nýggjum.

 

Føroyska whiskyið skal liggja á tunnu í minst trý ár, áðrenn tað kann seljast sum whisky. Tunnurnar verða goymdar í bygningum, sum eru gjørdir við íblástri úr føroyska hjallinum. Vindur, luftvæta og salt sleppa inn og verða sostatt ein partur av búningini.

##med3##

 

Ímeðan whiskyið búnast, hevur fyritøkan ment aðrar vørur. Í teimum verða millum annað føroysk hvonn, rabarbur og tari nýtt. Til Subsea Vodka verður brúkt vatn úr einari ferskvatnsgoymslu, sum varð funnin undir havbotninum, tá Sandoyartunnilin varð boraður.

 

Faer Isles Distillery vil ikki bara framleiða brennivín í Føroyum. Føroyski upprunin skal eisini síggjast og smak­kast í vørunum. Málið er, at tær skulu kunna kappast við altjóða framleiðarar – eisini teir skotsku.

 

##med4##

##med5##

 

Í Sosialinum hesaferð kanst tú lesa alla søguna um føroyska whiskydreymin, mótgongdina við lóggávuni og ætlanina um at gera føroyska náttúru og veðurlag til ein kappingarfyrimun.

 

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Harumframt kunnu haldarar lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

 

Myndir: Ólavur Frederiksen