Føroysku klæðini eru væl dámd sum ongantíð áður

Ólavsøkan stundar til og í handlinum Marjun Heima er ljós frá morgni til seint á kvøldi

Nógv er at gera so føroysku klæðini koma til høldar.

 

Majbritt Marinardóttir Jakobsen stjóri í Marjun Heimá sigur at tað er vælumtókt, sum ongantíð áður, at ogna sær føroysk klæðir. Tað hevur stóran týdning fyri fólk at eiga egin føroysk klæðir og útisetar sum koma heim at halda ólavsøku ynska sær føroysk klæðir at fara í.

 

Hóast nógv er at gera er hýrdurin í handlinum góður. Nógv fólk koma inn á gólvið at keypa og forvitnast.

 

Um summari er altíð nógv at gera. Í juni skulu húgvur til pisurnar seymast og nógv fáa eisini egin føroysk klæðir til prógvhandanina.

 

Tað sum hevur týdning tá fólk lata seg í føroysk klæðir, er at gera sær ómak fyri at fáa alt at sita væl.