Nú heystið er komið, verður aftur farið upp á gólv í Keypmannahavn. Dansifelagið Fótatraðk bjóðar gomlum eins væl og nýggjum limum vælkomnum, nú farið verður undir vetrarhálvuna. Dansurin gongur vanliga í Føroyahúsinum hvørt sunnukvøld, og neyðugt kann verða at ringja á hurðaklokkuna hjá MFS, fyri at verða latin innar í hitan.
Dansur á Oyrasundskolleginum
Herfyri dansaðu limirnir í Fótatraðk á Oyrasundskolleginum. Tað er ein sannroynd, at nógvir føroyingar búgva á Oyrasundskolleginum og í økinum nærhendis. Á skránni hettar kvøldið vórðu kend kvæði kvøðin, millum annað Brestiskvæðið, Flóvin Bænadiksson, Grindavísan og Sigmundarkvæðið Yngra.