– Hetta vil eg kalla eina super undirskrift fyri okkum. Her fáa vit ein leikara við sera tryggum leiðsluførleikum – og ikki minst ógvuliga góðum virðum. Hon heldur sjálvandi eitt sera gott altjóða støði.
Tað sigur venjarin hjá norska felagnum, Kenneth Gabrielsen við heimasíðu felagsins.
Pernille Brandenborg hevur seinastu kappingarárini spælt við København Håndbold og er føroyskur landsliðsliðskipari. 27-ára gamli leikarin skiftir til Hamar eftir kappingarárið.
– Eg fekk samband við mín umboðsmann ein fríggjadag. Dagin eftir tosaði eg við Kenneth. Tað var ein sera góður fundur. Kenneth var væl fyrireikaður, og eg varnaðist fakligheit hansara. Eg kundi ikki lata henda møguleikan fara aftur við borðinum. Tað gekk minni enn ein vika eftir fundin, til eg skrivaði undir við Storhamar, sigur Pernille Brandenborg sambært heimasíðu felagsins.
– Tá eg havi tosað við onnur í hondbóltsheiminum, havi eg hoyrt, at Storhamar er eitt gott stað at vera. Talan er um eitt felag við góðum virðum og ítróttarligum ambitiónum, sigur føroyski landsliðsleikarin.