VITJAN
Orð og myndir:Heri á Rógvi
Tvøroyri: Beint eftir klokkan tíggju hósmorgunin lendi danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, á tyrlupallinum í Froðba. Við í tyrluni var eisini konan, Anne-Methe Rasmussen, og Anfinn og Berghild Kallsberg.
Tað var av allar fagrasta veðrið í Froðba. At taka ímóti var borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen. Konan Joan og lítla dóttirin Haldis vóru eisini komnar at taka ímóti, og Haldis handaði Anne-Mette Rasmussen blómur.
Hýrurin var góður á øllum. Bæði forsætisráðharrin og løgmaður skemtaðu og lótu væl at túrinum við tyrluni.
Áðrenn farið varð við bili til Tvøroyrar á fund, so heilsaði forsætisráðharrin upp á fleiri av býráðslimunum á Tvøroyri.
Stutt eftir byrjaði fundurin millum Anders Fogh Rasmussen og løgmann, har serliga yvirtøkulógin skuldi var á skránni.
Seinni var fylgi við forsætisráðharranum í kirkjuni, har Àsi Jacobsen vísti runt. Eisini var ferðalagið á sjúkrahúsið á Tvøroyri.
Eftir døgurða í Ítróttarhøllini í Trongisvági gekk leiðin til Vágs og Sumbiar.
Bæði Anders Fogh og konan Mette søgdu vera sera glað fyri at vera í Suðuroynni og hildu fyri, at her er sera vakurt, og nú byrjaði at lýsa aftur, eftir drúgva túrin í mjørkanum.
Av tí, at blaðið fer til prentingar kl. 14, so fingu vit ikki alt við, men ein longri frásøgn verður í blaðnum í morgin.