Ráðstevnan MÍTT HEIM Bústaðarkarmar og lívsgóðska um bústaðarviðurskifti hjá fólki við menningartarni verður í Norðurlandahúsinum 26. og 27. september.
Tað er Javni, ið skipar fyri ráðstevnuni og felagið fegnast um, at landsstýriskvinnan í almannamálum hevur boðað frá, at 32 bústaðir, ætlaðir fólki við menningartarni, skulu byggjast og standa klárir í 2013.
- Javni vil gera sítt til, at byggingin verður væleydnað. Tí byggingin skal helst føra til bústaðir, sum øll kunnu vera nøgd við, eisini um 50 ár. Tí meta vit, at tað er av alstórum týdningi, at brúkarin og harvið Javni beinanvegin verða tikin við upp á ráð, sigur Javni.
Felagið sigur, at samstundis sum bygt verður nýtt, eiga vit at hava í huga, at fólk við menningartarni hava serligan tørv, soleiðis, at tey í størri ella minni mun tørva tænastu inn í heimið. Men hvussu ynskja tey at fáa hesa tænastuna og frá hvørjum?
Til at fáa boð uppá hvussu áðurnevndu spurningar kunna svarast verður skipað fyri ráðstevnuni.
Innihaldið fer at snúgva seg um 1) hvussu vit byggja bústaðir, soleiðis at karmarnir fyri trivnaði og menning hjá húsfólkinum eru teir bestu. Og 2) hvussu skipa vit tænastuna í heiminum við atliti at trivnaði og menning hjá húsfólkinum og soleiðis, at lívsgóðskan er í hásæti, spyr Javni.
Seinasta hond verður nú løgd á skránna, og við verða dugnaligu fólk her av landi umframt góðar kreftir úr okkara grannalondum. Nevnast kunnu Jan Tøssebro, professari í sosiologi úr Noregi og Fríðrik Sigurðson, aðalskrivari úr Throskahjálp úr Íslandi.
Ráðstevnan er ætlað fólki við menningartarni, avvarðandi, leiðslu og starvsfólki, politikarum, byggiharrum, arkitektum, verkfrøðingum og annars øllum við áhuga.