Fokus á tænastuna

Hóast hann situr í góðum starvi uttanlands hevur Kristian Davidsen valt at taka við nýggju avbjóðingini sum stjóri fyri Strandferðsluna. Eitt av aðalmálunum verður at halda eitt høgt tænastustøði

SAMRØÐA

Fyrr í vikuni gjørdist tað greitt, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur sett nýggjan stjóra fyri Strandferðsluna fyri Reidar Nónfjall, ið hevur sagt seg úr starvi.
Talan er um 36 ára gamla Kristian Davidsen. Hann er úr Havn og er sonur Hjalgrím og Hedvig Davidsen. Hann er giftur við Hildur, sum er ættað av Toftum. Saman eiga tey sjey ára gamla sonin Hjalgrím.
Nýggi strandferðslustjórin er útbúgving sivilverkfrøðingur í Keypmannahavn. Hansara sergrein er innanfyri telesamskifti. Afturat verkfrøðingaútbúgvingini hevur Kristian eisini tikið HD í organisatión (skipanarfrøði).
Seinastu sjey árini hevur hann starvast hjá Ericsson sum leiðari fyri eina deild,ið fæst við kundatænastu í Skandinavia og Baltisku londunum.
Áðrenn hann byrjaði at starvast hjá Ericsson, arbeiddi hann í Føroyum hjá Føroya Tele, og hann undirvísti eisini eitt skifti á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

Vildu aftur til Føroya
Seinasta hálvtannað árið hevur Kristian og familjan tosað nógv um at flyta aftur til Føroya at búgva.
?Vit hava okkara røtur í Føroyum, og vit hava bæði tvey hug at venda aftur til Føroya. Sonur okkara er júst byrjaði í skúlanum, og hetta ger, at vit standa við eitt vegamót, sigur Kristian Davidsen.
Tá so starvið sum stjóri fyri Strandferðsluna gjørdist leyst at søkja, so varð avgerðin tikin um at venda aftur til Føroya.
?Eg hugsaði meg nógv um, áðrenn eg søkti. Tá eg so hevði sent umsóknina avstað, so var endaliga avgerðin tikin, sigur Kristian Davidsen.
Bæði hann og familjan gleða seg til at venda aftur til Føroya. Tey eiga hús í Havn, soleiðis at tey sleppa undan bústaðarleitan á trupla marknaðinum í høvuðsstaðnum.
Kristian skal byrja í starvinum 1. januar 2003, og tey flyta í næstum.

Einki afturstig
Nýggi strandferðslustjórin ger greitt, at hann ætlar at nýta alla orku til sítt nýggja starv. Hann fer í framtíðini einki samband av hava við Ericsson ella luttaka í øðrum nevndararbeiði fyrstu tíðina.
?Eg meti hetta starvið sum eina ógvuliga stóra avbjóðing. Í veruleikanum liggur hetta starvið ikki so langt frá tí, eg havi gjørt hjá Ericsson, sigur Kristian Davidsen.
Við sínum hollu royndum innan leiðslu, ætlar hann sær at stýra einum tí mest umrødda partinum av almenna kervinum.
?Tú mást góðtaka tað rokaliga við starvinum. Vit skulu fyrst og fremst liva innanfyri fíggjarligu og politisku karmarnar, og tað verður so mín uppgáva at royna at fáa viðvind á leiðini, sigur Kristian Davidsen.
Enn hevur Kristian Davidsen ongar fráboðanir um, hvørjar ítøkiliga broytingar, hann ætlar at seta í verk, men nøkur mál hevur hann sett sær.
?Vit fara í leiðslubólkinum at fokusera uppá tænastustøði. Vit fara at miðja eftir einum so góðum tænastustøði sum gjørligt. Afurat hesum verður stremba eftir at gerast effektiv og skapa trivnað fyri starvsfólki, sigur Kristian Davidsen.