Tað hendir okkurt løgið við mær, hvørja ferð Hanus G syngur Poul F. Sannleikin er, at tað hendir okkurt løgið við mær hvørja ferð Hanus G. syngur. Punktum.
Soleiðis skrivar Jónas Bloch Danielsen. Og hann heldur fram:
»Fyrstu ferð, Hanus sang Poul F. var eg ein yngri maður, og sangirnir og yrkingarnar komu beint inn í mergin og skapaðu mítt DNA og ávirkaðu, hvussu eg mentist (ella tað eru tey, sum vilja vera við, at eg ikki mentist). Eg fekk eitt nýtt mál, sum eg ikki hevði hoyrt áður, og fleiri orð gjørdust partur av mínum orðavali, sum ikki vóru har áður.
Aðru ferð var tað Hørpuspælarin. Tá var eg eldri, men enn hin sami, í øllum føri hvat at hoyra Hanus syngja, ger við meg. Eg var á útgávukonsert í Norðulandahúsinum, og eg svørji, at Hanus flenti at mær. Eg sat og tútbrølaði alla konsertina á tamb. Tað ger eg hvørja ferð, Hanus syngur. Einaferð skeitti Hanus at mær, tað veit eg, og eg svørji at hann smíltist, helst eftir hesum trøllvaksna manni, sum sat og lippaði sum var tað Take That ella One Direction, eg var til. Men Hanus er mítt Take That, mítt One Direction, mín fyrimynd og mín hetja.
Triðju ferð, Hanus syngur Poul F. er nú. Á fold eru túsund gudar fer, sum áður, lúkst inn í mergin. Hon loypir húðina, æðrarnar, blóðið og kenslurnar um, og fer so beint inn í mergin, skapar meg og letur meg vita, at hetta er nakað veruligt. Á tann sæla. Og hesuferð rokkar tað oman á tað heila. Also ordiliga. Og tað er nakað so ófantaliga feitt.«
Í kvøld, leygarkvøldið 8.desember spælir Hanus í Spaniastovu í Klaksvík.
Í morgin, sunnudagin 9. desember verður útgávukonsert í Østrøm á Skálatrø.
Á pallinum saman við Hanusi, eru Mikael Blak, Magnus Johannesen, Benjamin Petersen og Per Ingvald Højgaard Petersen.
Á fold eru túsund gudar, men bert ein Hanus G. Johansen. Tað er himmalst og fantastist. Men sit ikki á reyvini og hoyr meg sæla, far og fá sjón fyri søgn.