Tað er ikki nøkur sjálvfylgja í dag, at matvøruhandil er í einari bygd sum Sandavági, tó at bygdin er nógv vaksin seinnu árini.
Í Miðvági, sum er partur av somu kommunu, eru bæði FK og Bónus-handil sum matvøruhandlar.
Men, matvøruhandilin í Sandavági, sum í dag er ein Samkeyp-handil, hevur yvirlivað undir ymiskum eigarum, tó at tað onkuntíð hevur verið ivasamt um framtíðina.
Handilin í Sandavági hevur nýliga fingið nýggjar eigarar, og í Sandavági vóna fólk, at handilin nú verður so mikið væl stuðlaður av bygdafólkinum, at hann eisini í framtíðini verður verandi.
Borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, sigur, at hann er sera glaður fyri, at matvøruhandil framvegis er í bygdini, tó at tveir matvøruhandlar eru í Miðvági.
- Tá handilin læt aftur á sinni, var ramaskríggj, og eg vóni, at handilin nú verður so mikið væl stuðlaður, at hann hevur eina framtíð, sigur borgarstjórin.
Í góðveðrinum seinasta týsdag, tá mjørki annars lá yvir stórum parti av Føroyum, vitjaði In.fo í Sandavági, sum vikuskiftið 16.-18. juli verður vertur fyri vestanstevnu.
Meðan vit vitjaðu, var nógvur ungdómur í sving við at hampa um, mála og gera ymiskt fyrifallandi arbeiði í Sandavági. Í Vága kommunu plaga tey at lata Ung í Arbeiði snøgga um í teirri bygdini, sum er vertur fyri stevnuni.
Í Sandavági eru fleiri náttúruvøkur øki, og her er hugnaligur sandur, sum er eitt eldorado hjá børnum um summarið. Í bygdini eru nógvir vakrir blettir, og her er nógvur vøkstur, bæði í urtagørðum og á kommunalum økjum í bygdini.