Tríggir av fýra norðmonnum halda, at umhvørvistrupulleikarnir í alivinnuni, sum eitt nú laksalús og rýming, fara at vera verandi ella veksa tey næstu fimm árini.
Bert 17 prosent vænta, at trupulleikarnir fara at minka.
Hetta kemur fram í einari spurnarkanning millum fólk, sum Opinion hevur gjørt í samband við ráðstevnuna, The Ocean, sum verður í døgunum 14.–15. september.
Slíkar kanningar verða gjørdar árliga, og svarini eru støðug yvir tíð. Trúgvin á, at trupulleikarnir fara at gerast minni í alivinnuni, er størst á norska Vesturlandinum og millum tey tilkomnu.
Tað er iLaks, sum hevur hugt í eitt tíðindaskriv, sum viðger hesi viðurskifti.
Granskingarstjórin, Geir Lasse Taranger, sum starvast á norska Havgranskigarstovninum, situr í programnevndini fyri The Ocean, sum savnar luttakarar úr aling, granskingarumhvørvinum og umsiting.
Hann heldur, at kanningin vísir tørvin á skipaðum arbeiði fyri burðardyggleika í alivinnuni.
- Vit síggja, at tað verður arbeitt málrættað og konstruktivt við gransking, umsiting og í vinnuni fyri at loysa avbjóðingarnar, sum eru knýttar at umhvørvinum, fiskaheilsu og fiskavælferð í alingini, sigur Geir Lasse Taranger.
Hann heldur, at størsta avbjóðingin er laksalúsin, bæði í samband við umhvørvi, fiskavælferð og fiskaheilsu.
Spurnarkanningin, sum sipað verður til, er gjørd millum 1006 fólk í Noregi í døgunum millum 26. juli og 6. august. Úrslitini byggja bæði á kyn, aldur og geografi.
Meira um nevndu spurnarkanning kann lesast á iLaks.no.
##med2##