Fólk vilja fortelja hvussu tey hava tað

- Tað er til gagns fyri okkum øll, at vit fáa føroysk hagtøl um heilsu, sjúku og trivnað hjá føroyingum, sigur Fólkaheilsustýrið, nú tíðin at svara spurnarblaði gongur út á midnátt.

Tað hevur gingið væl at fáa føroyingar at siga Fólkaheilsustýrinum, hvussu teir hava tað.

 

Omanfyri 60% av teimum 8.000 spurdu hava svarað spurnablaðnum ”Hvussu hevur tú tað?” á vanganum hjá Fólkaheilsustýrinum.

 

Kortini heitir Fólkaheilsustýrið á enn fleiri um at svara, áðrenn freistin er úti á midnátt.

 

- Tess fleiri svara, tess betri, sigur Vár Honnudóttir, verkætlanarleiðari, og leggur dent á, at svarprosentið hevur týdning fyri virðið á kanningini.

 

Hon vísir á, at umboðanin higartil er rættiliga góð, økini eru javnt umboðað, allir aldursbólkar luttaka og bæði kyn eru væl umboðað.

 

- Í grundini eru vit væl nøgd, men vit vóna tó, at endaspurturin verður so mikið góður, at tilsamans tveir triðingar fara at svara.

 

Tað er til gagns fyri okkum øll í Føroyum, at vit fáa føroysk hagtøl um heilsu, sjúku og trivnað hjá føroyingum.

 

- Hetta er serstøk vitan, sum kann brúkast til at raðfesta átøk á heilsuøkinum, sigur verkætlanarleiðarin, sum vísir á, at spurnablaðið er tøkt á vanganum undir Fólkaheilsustýrinum.