Tað er akkurát við at koma ferð á fyrstu samgongusamráðingarnar undir nýggju stýrisskipanarlógini, tá hesar reglur verða skrivaðar, og tá síðstu haldararnir fáa hetta blaðið í hondina leygardagin, hevur Annfinn Kallsberg verið hjá løgtingsformanninum og sagt honum, um tað hevur eydnast hjá honum at skapa parlamentariskt grundarlag undir einari samgongu.
Bara tað at so góð gongd so skjótt er komin á samráðingarnar sigur okkum, at á hesum økinum virkar nýggja skipanin. Undir gomlu skipanini tók tað ofta einar seks vikur at skipa samgongu og onkuntíð vóru meiri enn tveir mánaðir frá valinum og til landsstýrið var valt.
Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur á løgtingsskrivstovuni, sum var ein av drívmegunum, tá álitið um nýggja stýrisskipan varð skrivað, hevur fyri stuttum gjørt eitt notat, sum hann kallar ?Mannagongdin við løgmanstilnevning?, og sum heild hevur tað gingið, sum hann vísir á. Tað vil so vera, at onkur óvissa er, tá skipanin verður roynd fyrstu ferð. Fleiri hava givið til kennar, at valúrslitið átti at havt við sær, at løgmaður longu valkvøldið boðaði frá, at hann legði frá sær, tí fólkaflokkurin so greitt boðaði frá, at hann vildi hava eitt formansumfar, og tað var ikki í tráð við skipanina, tá tað í tíðindunum, eftir at løgmaður hevði lagt frá sær, hoyrdist, at iniativið helst fór at verða latið tjóðveldisflokkurin, sum er størsti flokkur.
Stýrisskipanin roknar ikki við flokkum men við persónum. Tí er tað ikki fólkaflokkurin, sum síðani fyrst í vikuni hevur sitið við langa endanum, men Annfinn Kallsberg, og tað vóru ikki fýra flokkar, sum peikaðu á fólkafloksfomannin sum samráðingarleiðara, men 17 tingmenn, sum umboða fýra flokkar og eru ein meiriluti í tinginum.
Men talan er um smálutir og ikki formellar skeivleikar.
Møguleikarnir
Valúrslitið 30. apríl og serliga útspælið hjá sjálvstýrisflokkinum í formansumfarinum ger, at tað í veruleikanum ikki ber til at skipa samgongu, uttan at fólkaflokkurin er við.
Annfinn Kallsberg segði seg vera ovfarnan, tá Helena Dam á Neystabø hevði víst á hann sum samráðingarleiðara, men tað nýttist hann ikki at vera. Á valfundi fyri næmingunum í handilsskúlanum og studentaskúlanum á Kambsdali tríggjar dagar fyri valið, segði Sámal Petur í Grund, meðan m.a. Annfinn Kallsberg lýddi á, at sjálvstýrisflokkurin gekk inn fyri einari sjálvstýrissamgongu við Annfinni Kallsberg sum løgmanni.
Tað eru fýra upplagdir samgongumøguleikar: A+D+E, A+C+E, A+B+D+H og A+D. Tríggir teir fyrstu eru meirilutasamgongur, og hin síðsti er ein minnilutasamgonga.
Tað eru aðrir møguleikar, t.d. C+D+E, men hetta er ikki serliga sannlíkt, tí sjálvstýrisflokkurin hevur knýtt seg so fastan at fólkaflokkinum. Fyri sjálvstýrisflokkin er hetta sera snilt, tí tað so at siga ber trygd við sær um, at flokkurin kemur við í allar samráðingar.
Innanhýsis rembingar
Tað er eingin loyna, at í øllum teimum stóru flokkunum eru tað ymisk áhugamál, sum halda hvørt annað í skák.
Í sambandsflokkinum eru tað tey, sum í høgra samgongu vilja samstarva við fólkaflokkin um borgarligan politikk, soleiðsi sum tað hevur verið gjørt 1950-54, 1954-58, 1980-84 og 1996-98. Millum hesi er løgmaður, sum eftir valið hevur viljað ofrað nógv fyri at røkka hesum málinum.
Síðani heimastýrislógin kom í gildi í 1948 hevur sambandsflokkurin samstarva nógv við javnaðarflokkin í tí, sum verður kallað heimastýrissamgongum (1948-50, 1958-62, 1966-70, 1970-74 og 1994-96. Og sambært síðstu veljarakanningini eru tað framvegis nógv sambandsfólk, sum síggja javnaðarflokkin sum mest upplagda samstarvsfelagan.
Í javnaðarflokkinum vilja tey flestu samstarva við tjóðveldisflokkin í einari vinstra samgongu (1985-88 og 1993-94), og tað eru framvegis tey, sum vilja samstarva við sambandsflokkin. Javnaðarflokkurin hevur tríggjar ferðir verið í samgongu við fólkaflokkin (1974-78 og 78-80, har tjóðveldisflokkurin var triðji flokkur og 1990-93) og tað eru javnaðarfólk, sum hava henda møguleikan frammarlaga. Stauning, gamli javnaðarleiðarin í Danmark, hevði tað sum kongstanka, at hansara flokkur og konservativi flokkurin skuldu samstarva. Heima á landi hevur t.d. Óli Jacobsen, sum nú er farin úr politikki, men sum áður hevur verið innarlaga í javnaðarflokkinum, í FF blaðnum undan valinum víst á, at samstarv millum A og C mundi vera tað mest upplagda. Og eftir valið hevur Jóannes Eidesgaard meldað út, at teirra royndir at samstarva við fólkaflokkin hava gingið væl (sjálvt um tað slitnaði teirra millum í 1993).
Í fólkaflokkinum hava tað altíð verið rembingar millum meiri borgarliga og meiri tjóðskaparliga partin. Fólkafloksmenn í Norðoyggjum og Eysturoy hava hildið teir í Suðurstreymi verið ov sambandssinnaðar, og ymiski hugburðurin hevur við sær, at tað eru summir í Fólkaflokkinum, sum vilja samstarva við tjóðveldisflokkin og aðrir við sambandsflokkin. Hetta vísti síðsta veljarakanningin eisini. Óli Breckmann hevur so seint sum í hesi vikuni róð uppundir eina borgarliga samgongu. At teir tríggir tingmenninir í Norðoyum og Eysturoy heldur vilja hava eina sjálvstýrissamgongu er eingin ivi um.
Tjóðveldismenn í Norðoyggjum og í Eysturoy hava hildið sínar partamenn í Suðurstreymi verið ov vinstravendar, meðan teir sjálvir hava mett seg sum borgarligar loysingarmenn, og tí hava teir havt fólkaflokkin sum sín mest upplagda felaga í samgongu. Nýggja stjørnuskotið í flokkinum, Høgni Hoydal, hevur í valorrustuni sagt, at hann er vinstravendur loysingarmaður, sum gongur inn fyri einum solidariskum frælsum Føroyum.
Telvingin
Nú hevur í fleiri dagar verið telvað um samgongusamansetingina.
Eitt er at megna at telja til seytjan, átjan ella kanska 23. Nakað heilt annað er at skapa eitt samgongugrundarlag og at hugsa um tær flokspolitisku fylgjurnar, sum hetta fer at hava í valskeiðnum og ikki minst til næsta val.
Fólkaflokkurin vil ikki í samgongu við C og E saman, meðan hetta er ynskisamgongan bæði hjá Jóannes Eidesgaard og Høgna Hoydal. Henda samgongan hevði ivaleyst megnað at fingið eina semju um stig á sjálvstýrisleið, men umframt at fólkaflokkurin í slíkari samgongu neyvan hevði fingið løgmannin, sum teir standa til at fáa í øllum øðrum samgongum, so hava teir borgarligu veljararnar at hugsa um, sum sambandsflokkurin støðugt fer at minna á, at teirra flokkur er farin í ein sosialistiskan leyp. Og tað kann hevna seg á næsta vali.
Tjóðveldisflokkurin og kanska serliga Høgni Hoydal vil hava javnaðarflokkin við í eina samgongu, har fólkaflokkurin er triðji partur, tí harvið heldur hann seg fyribyrgja, at hann á komandi vali fer at missa veljarar til javnaðarflokkin.
Leiðslan
Í samráðingunum hevur tjóðveldisflokkurin sett nógv inn uppá, at hann vil hava løgmannin. Fær tjóðveldisflokkurin løgmann, so er tað fyrstu ferð nakrantíð, at hann hevur leiðsluna, og Høgni Hoydal verður yngsti løgmaður nakrantíð. Hann hevur ongar parlamentariskar royndir, men tað hevði Atli Dam heldur ikki, tá hann eftir valið í 1970 gjørdist løgmaður. Hann hevði tó sitið í eintt knapt ár í landsstýrinum frammanundan.
At tjóðveldisflokkurin hevur lagt so nógv í løgmanssessin kunnu tað vera fleiri orsøkir til. Ein er, at flokkurin fyri fyrstu ferð er tann størsti í veljaraundirtøku, og ein onnur er, at tað er ein sannroynd, at samstarvið við Danmark og harvið allar samráðingar um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum, ganga gjøgnum løgmansembætið. Tað eru hesi viðurskifti, sum tjóðveldisflokkurin fer í samgongu at broyta, og tað er væl skiljandi, at tað smakkar teimum illa, um teir ikki hava ábyrgdina av hesum.
Tað hevur verið nevnt, at Høgni Hoydal skal gerast super landsstýrismaður við fleiri og størri málsøkjum, enn vanligt hevur verið. Royndir aðra staðni vísa, at sovorðin skarvslop fyri at finna eina neyðsemju ikki altíð enda við tí, sum roknað varð við.
Ein triðja orsøk til at tjóðveldisflokkurin leggur so nógv í at fáa hægsta sessin er, at um teir ikki fáa hann, so vilja teir hava seg væl goldnar fyri sessin. Tríggjar landsstýrissessir, meðan fólkaflokkurin umframt løgmann fær ein og sjálvstýrisflokkurin fær ein, og bæði fíggjarmál og fiskivinnumál er væl hugsandi, at teir fara at krevja, umframt at Signar á Brúnni skal vera tingformaður.
Hóast tjóðveldisflokkurin er størstur í atkvøðutali, so er hann javntstórur við fólkaflokkin í tingmannatali, og fólkaflokkurin vísir við góðum rætti á, at sjálvstýrisflokkurin vil hava Annfinn Kallsberg til løgmann.
Harafturat kunnu fólkafloksmenn vísa á, at um tjóðveldisflokkurin ikki skikkar sær væl, so standa bæði javnaðarmenn og sambandsmenn á trappuni og vilja fegnir sleppa at hava ávirkan (Annfinn Kallsberg vildi ikki taka við ráðunum hjá tjóðveldismonnum og avklára spurningin um borgarliga samgongu, áðrenn hann fór undir samráðingar við tjóðveldismenninar). Tað vita tjóðveldismenn, og tí mugu teir ivaleyst bæði boyggja seg fyri Annfinni Kallsberg sum triðja fólkafloksløgmanninum og fyri, at teir ikki fáa bæði fíggjarmál og fiskivinnumál. Gera teir ikki tað, so verður teirra leiklutur at sita í andstøðu og ákæra aðrar flokkar fyri ikki at gera nóg nógv við sjálvstýrispolitikkin og harvið vóna at fáa uppaftur størri undirtøku á valinum næstu ferð.
Samgonguskjalið
Hesi seinnu árini hevur gongdin verið, at samgonguskjølini hava verið orðað í smálutum. Hetta boðar ikki frá serliga stórum áliti millum partarnar, sum hava skrivað undir samgonguskjølini, og alt fleiri røddir hava tosað um, at rættast hevði verið at orðað skjalið í breiðari og meiri yvirornaðum vendingum. At tað skal berast so skjótt at nú fer ivaleyst at hava við sær, at hetta verður gongdin.
Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eiga høvuðsprioritet. Eitt orðaljóð hesum viðvíkjandi, sum A, D og E kunnu semjast um, skal snúgva seg bæði um politisku og fíggjarligu viðurskiftini. Valstríðið vísti, at tað verður neyvan torført hjá hesum flokkunum at semjast um hetta.
Onnur týdningarmikil mál eru Fíggingargrunnurin, Samhaldsfasti, endurnýggingin av fiskiskipaflotanum og fiskivinnupolitikkur á øðrum økjum, útbyggingar og endurnýggingar av samferðsluøkinum og heilsuøkinum.
Spurningar viðvíkjandi Fíggingargrunninum skulu avgreiðast í semju við danir, og tí kann hetta gerast partur av avtalu um ríkisrættarligu viðurskiftini. Fólkaflokkurin vil skifta Samhaldsfasta út við eina privata fólkatrygging. Tað vil tjóðveldisflokkurin ikki. Fyri stuttum hevur Óli Jacobsen, landsstýrismaður, sett eina nevnd at kanna allan pensiónsspurningin, og flokkarnir kunnu ivaleyst semjast um, at spurningurin verður tikin til nýggja viðgerð, tá hetta arbeiðið er lokið.
Serliga útbyggingarnar á samferðsluøkinum seta stór krøv til fólkaflokkin. Vágatingmaðurin situr sum vakthundur yvir, at undirsjóvartunnilin vestur í Vágar verður í samgonguskjalinum, og Jógvan við Keldu hevur í valstríðnum ikki dult, at hann ætlaði sær á ting fyri at verja áhugamálini hjá norðoyingum. Her hugsaði hann ikki minst um undirsjóvartunnil undir Leirvíksfjørð og um Klaksvíkar Sjúkrahús. Jógvan við Keldu var tingmaður frá 1988 og til 1990. Hann tók seg úr fólkaflokstingbólkinum, tá partamaðurin hjá honum, sum umsat heilsumál ikki taklaði sjúkrahússpurningin, soleiðis sum norðoyatingmaðurin vildi.
Sjálvstýrisflokkurin
Vit byggja brýr í politikki hava tey í sjálvstýrisflokkinum so ofta tikið til um seg sjálvi. Onnur siga, at sjálvstýrisflokkurin er kitt, sum kann kroystast inn alla staðni ella sum verður brúktur til at stíva av við.
Søguliga hevur flokkurin verið tætt knýttur at javnaðarflokkinum ? serliga krígsárini men eisini í heimastýrissamgongunum. Hann hevur áður verið í samgongu við fólkaflokkin 1954-58, 1980-84 og nakrar mánaðir í 1989. Hesa síðstu ferðina rýmdi flokkurin úr landsstýri, sum fólkaflokkurin hevði leiðsluna av, men teir siga sjálvir, at samstarvið síðani 1996 hevur gingið so mikið væl, at teir mest av øllum vilja samstarva við Annfinn Kallsberg sum løgmanni.
Persónarnir
Umframt Annfinn Kallsberg, sum verður løgmaður, so verða ivaleyst fimm landsstýrismenn. Nýggi bygnaðurin innan landsfyrisitingina leggur upp til, at talan verður um hesi heitini: fíggjarmálaráðharri, fiskimálaráðharri, vinnumálaráðharri, almanna? og heilsumálaráðharri og undirvísingar? og mentunarmálaráðharri.
Í samgonguni, sum hevur verið til nú, umsat løgmaður nøkur málsøki. Tað var ósemja um hetta, og m.a. summir fólkafloksmenn hildu ikki, at tað var rætt, at løgmaður sat við øðrum málsøkjum enn teimum, sum hann skal hava ábyrgdina av.
Hvørjar persónar flokkarnir fara at seta í landsstýrið velst um, hvørji málsøki teir fáa at umsita. Áður hevur verið vanligt, at valdømi, sum akkurát ikki hava fingið mann á løgtingsvalinum hava verið leskaði við einum landsstýrissessi í vónini um, at hesin fór at standa seg væl og harvið fór at vinna tingsessin næstu ferð, men nú er uppgávan hjá landsstýrismonnunum broytt, og tað er neyvan hugsandi, at hetta fer at gera seg galdandi í sama mun sum áður.
John Petersen er upplagdur landsstýrismaður hjá fólkaflokkinum, men tað verður bara, um flokkurin fær fíggjar? ella fiskivinnumál at umsita. Bjarni Djurholm hevur verið formaður í mentunarnevndini, og teir í Suðurstreymi fara ivaleyst at trýsta á fyri at fáa hann at hava ábyrgdina av skúlanum og mentanini, um hetta málsøki fellur flokkinum í lut. Verður Bjarni Djurholm landsstýrismaður, so kemur fyrrverandi sambandstingmaðurin, Finnbogi Arge, á ting sum eitt av parlamentarisku umboðunum í einari sjálvstýrissamgongu.
Tað er ikki langt burtur at ímynda sær, at fólkafloksmenn í Suðuroy, sum vóru bara fimm atkvøður frá einum tingmanni, fara at arbeiða fyri at fáa ein landsstýrismann. Páll Vang, sum var landsstýrismaður 1980-84, fekk flestar atkvøður.
Hjá sjálvstýrisflokkinum eru trý landsstýrisevni: Helena Dam á Neystabø (so kemur Jákup Sverri Kass á ting), Sámal Petur í Grund (so kemur Kári Højgaard á ting) og Karl Heri Joensen, sum var landsstýrismaður á vári í 1989.
Hvør teirra tað verður velst um, hvat teir fáa at umsita. Tá borgarliga samgongan varð skipað eftir valið í 1980 samdust fólkaflokkurin og sambandsflokkurin ikki um, hvør teirra skuldi umsita fíggjarmál, og so endaðu tey hjá sjálvstýrisflokkinum og Torbirni Poulsen.
Hjá tjóðveldinum er Høgni Hoydal fremsta ráðharraevni. Hann gerst neyvan løgmaður, og so er spurningurin, um hann finnur seg í at verða fíggjarmálaráðharri við víðkaðum heimildum ,ella um hann heldur velur at fara í tingið og har fáa parlamentariskar royndir og harvið brynja seg til eina nýggja løgmansroynd um fýra ár.
Heini O. Heinesen fær neyvan betri høvi enn hetta at royna seg sum fiskimálaráðharri. Fer hetta ikki at ganga upp, ella velur Heini heldur at vera parlamentariskur leiðari hjá flokkinum, so kann hugsast, at onkur annar norðoyingur, t.d. Karsten Hansen, sum á valinum fekk næstflestar atkvøður á tjóðveldislistanum í Norðoyum, verður landsstýrismaður.
Minnilutasamgongan
Omanfyri nevnda er skrivað, meðan tað framvegis varð arbeitt fyri at kveikja hita undir sjálvstýrissamgonguna.
Eydnaðist tað ikki, so vóru tveir sannlíkir møguleikar: at javnaðarflokkurin varð vinkaður inn av beinkinum ella at sjálvstýrisflokkurin og fólkaflokkurin einsamallir skipa landsstýri. Tað kunnu teir, tí stýrisskipanarlógin sigur, at tað skal vera ein meiriluti í tinginum ímóti tí uppskotinum um løgmann, sum tingformaðurin leggur fyri tingið. Og tað vil siga, at sjálvt um t.d. bara teir tíggju fólkafloks- og sjálvstýrismenninir atkvøða fyri og teir fimtan tjóðveldis? og javnaðarmenninir atkvøða ímóti, og sambandsmenninir og Jenis av Rana ikki atkvøða so er Annfinn Kallsberg løgmaður. Sjúrður Rasmusssen vísir í hesum sambandinum til støðuna í svenska ríkisdegnum í 1978, tá 39 tingmenn atkvøddu fyri Olla Ullsten, formanninum í folkepartiet, sum stjórnarleiðara, meðan 66 atkvøddu ímóti og 215 ikki greiddu atkvøðu.
Andstøðan
Tað kann framvegis henda, at javnaðarflokkurin sleppur framat, men tað er ikki hugsandi, at Jóannes Eidesgaard verður løgmaður, og tað er ein stórur smeitur hjá flokkinum, tí hetta koyrdu teir nógv uppá undan valinum.
Tað hevur viðhvørt verið funnist at, at tað var skeivt av javnaðarflokkinum at fara úr samgonguni í 1996. Hetta hevur leiðslan sjálvandi ikki tikið undir við. Nú kann í hvussu so er staðfestast, at hetta hevði við sær, at javnaðarflokkurin óbeinleiðis gjørdist forlovari millum sjálvstýrisflokkin og fólkaflokkin.
Eingin ivi er um, at Edmund Joensen nú er høvdingur í sambandsflokkinum. Jógvan Ingvard Olsen, Atli Hansen, Suni Jacobsen og Bjørn á Heygum eru allir burtur. Í tingmanningini eru Lisbeth L. Petersen, Heðin Mortensen og Flemming Mikkelsen, sum øll stuðlaðu Edmundi í formansuppgerðini, og so tveir nýggir tingmenn.