Til Fólkatingsvalið 18. juni fáa føroyingar átta listar at velja ímillum, teir sjey flokkarnir, sum eru umboðaði á tingi og so uttanflokkalistan hjá Zakarias Wang.
Sjálvstýrisflokkurin, Framsókn og Sambandsflokkurin vóru skjót at almannakunngera síni valevni. Tjóðveldi hevði tíðindafund mánadag, Javnaðarflokkurin týsdagin og týsmorgunin fortaldi Jenis av Rana in.fo, hvørji valevni Miðfloksins vera til Fólkatingsvalið. So nú er einans Fólkaflokkurin eftir.
Sum skilst vera valevnini hjá Fólkaflokkinum tó løgd fram í dag. Enn er einki at hoyra um nakran tíðindafund í samband við framløgu av valskránni, men sum in.fo skilir, var seinasta hond løgd á valevnislistan í gjár, og verður hann almannakunngjørdur seinni í dag.
Onkur nøvn kunnu vit tó longu seta á listan við vissu. Annika Olsen og Rodmundur Nielsen hava bæði boðað frá, at tey stilla upp, meðan tú neyvan hevur vitjað netmiðlar seinastu dagarnar, uttan at síggja eina fráboðan frá Janusi Rein um, at hann eisini stillar upp. Seinni í dag verður so greitt, hvørji onnur umboð fyri flokkin ætla sær á danating.