Fólkaflokkurin vil tryggja, at barsilsútgjaldið ikki stendur í stað

Tað skal ongantíð vera ein fíggjarligur smeitur at fara í barnsburðarfarloyvi. Tí mugu vit tryggja, at barsilsútgjaldið ikki stendur í stað í longri tíð, eins og tað hevur gjørt í nógv ár. Tí hevur Fólkaflokkurin lagt uppskot fram um, at hámarksútgjaldið á hvørjum ári verður javnað samsvarandi við prís- og lønarvøkstrinum í samfelagnum.

 

Fyri fyrstu ferð í 20 ár hækkaði hámarksútgjaldið úr barsilsgrunninum. Upphæddin fór úr 25.000 upp í 30.000 krónum.

Árini  frammanundan  hava  broytingar í barsilsskipanini fyrst  og fremst  snúð  seg  um  at  hækka  vikutalið  fyri  barnsburðarfarloyvi,  og pengarnir eru farnir  til  tað.

Í undanfarna  valskeiði varð  komið  á  mál,  og  vikutalið  er  nú  52 vikur.

Tíðin er nú komin at seta sær nýggj mál.

Vit mugu tryggja, at útgjaldið ikki aftur stendur í stað

At hámarksupphæddin hevur staðið í stað í nógv ár, hevur havt við sær, at upphæddin ikki hevur fylgt við lønarvøkstrinum í samfelagnum.

Hetta hevur elvt til, at fleiri hava ein fíggjarligan miss av at fara í barnsburðarfarloyvi. 

Tøl hjá Hagstovuni vísa, at miðalløninfyri hvønn persón er kr. 33.000, tað vil siga kr. 3.000 yvir hámarkið í dag. Mennirnir liggja á kr. 38.500 í miðal, meðan kvinnur liggja á kr. 27.400.

Í miðal fáa menn stóran fíggjarligan miss av at fara í barsilsfarloyvi, meðan kvinnur í miðal eisini høvdu fíggjarligan miss, áðrenn hámarkið varð broytt.

Tað hevur hjálpt at hækkað útgjaldið upp í 30.000 krónur, men tryggjast má, at útgjaldið ikki aftur stendur í stað í longri tíð. 

Tí hevur Fólkaflokkurin lagt uppskot fram um, at hámarksútgjaldið á hvørjum ári verður javnað samsvarandi við prís- og lønarvøkstrinum í samfelagnum.