Fleiri skattalættar eru givnir seinnu árini. Ymist er, hvør lønarbólkur hevur fingið mest burturúr hesum. Men tann bólkur, sum hevur fingið minst eru pensjonistarnir. Nógv hava í dag sínar egnu eftirlønarskipanir, og saman við fólkapensjónini og útgjaldinum frá Samhaldsfasta hava tey eina rímuliga inntøku. Tó eru tað framvegis pensjonistar, sum bara hava fólkapensjónina og Samhaldsfasta at liva av, og hesi eru tey, sum eru eina ringast fyri í føroyska samfelagnum.
Hægri útgjald úr Samhaldsfasta
Samhaldsfasti, sum hinir flokkarnir ynskja har piparið grør, gevur pensjonistunum 500 krónur afturat um mánaðin, og øll vita, at ætlan Javnaðarfloksins við Samhaldsfasta var, at hann skuldi geva eitt munandi hægri útgjald. Tí hevur fleiri ferðir verið roynt at hækka útgjaldið hetta seinasta valskeiðið. Tá inngjaldið til ALS varð lækkað 0,5% skeyt Javnaðarflokkurin upp, at inngjaldið til Samhaldsfasta samstundis varð hækkað við 0,25 %. Skattagjaldarin hevði soleiðis fingið ein lætta uppá 0,25%, hóast inngjaldið til Samhaldsfasta varð hækkað. Broytingin hevði havt við sær, at útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkaði við 250 krónum um mánaðin til 750 krónur. Men hinum flokkunum dámar als ikki skipanina við einum Samhaldsføstum eftirlønargrunni, og tí varð ætlan Javnaðarfloksins at styrkja Samhaldsfasta felt.
Fara at hækka Fólkapensjónina
Javnaðarflokkurin hevur nú sett sær fyri í eini komandi samgongu, at hækka Fólkapensjónina, hjá teimum, sum onga aðra eftirlønarskipan hava ,samstundis sum Samhaldsfastið verður styrktur. Fólkapensjónin skal hækkast við 500 krónum, og hetta saman við einum styrktum Samhaldsfasta, verður ein bati. Okkara uppskot at hækka Fólkapensjónina, fer at kosta landskassanum einans 30 mio. kr. So kemur spurningurin, um landskassin hevur ráð til hetta, men okkara svar er, at 30 mio. er ein sera lág upphædd, sum skal fáast til vega, tí vit als ikki longur kunnu hyggja hin vegin, og lata tey, sum bert hava fólkapensjónina at liva av, sigla sín egna sjógv. Skattalættar eru givnir seinnu árini til hini, og tá Javnaðarflokkurin kemur í samgongu eftir valið, tá er tíðin komin at hækka Fólkapensjónina.
Eyðólv Dimon
Hoyvík